Lurta
Til lesiveik

Starv á serstovuni á Býlingshúsinum Vesturi á Flat

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið Vesturi á Flat eftir einum námsfrøðingi at arbeiða á serstovuni 35 tímar um vikuna.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu við leiðaran. Møguleiki er fyri færri/fleiri tímum um vikuna. 

Søkir eingin námsfrøðingur starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. 


Um okkum

I Býlingshúsinum á Flat eru 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og ein serstova. Vit leggja stóran dent á umsorgan,menning og trivna hjá okkum øllum,børnum og vaksnum. 

Relatión er okkara lyklaorð og alt byrja við góðum relatiónum.

Stovnurin liggur sera væl fyri í náttúru vøkrum øki sum vit gleðast um hvønn dag, vit arbeiða tætt at náttúruni og eru úti hvønn dag. 

Býlingshúsið á Flat spennandi stovnur, vit arbeiða við nýggjari mentan og gerandisdagurin er merktur av stuttleika og menning.


Vit vænta, at tú:

  • ert blíð/-ur, fyrikomandi og hevur eitt gott yvirlit  
  • hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • dugir at grunda yvir egið arbeiði 
  • ert sinnað/-ur at arbeiða í eini broytingartíð
  • vilt verða ein virkin partur av starvsfólkatoyminum
  • við tímum dugna og liðiliga arbeiðslagi ert við til at stuðla undir okkara trivnað, menning og samstarv til frama fyri einstaka barnið, foreldrini og starvsfelagarnar.

Hetta so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk verða sædd, hoyrd og tikin í álvara.


Vit bjóða tær eitt týdningarmikið starv:

  • har viðurkenning er grundarlagið undir trivnaði, menning og samstarvi við einstaka barnið, foreldrið og starvsfelaga
  • við fjølbroyttum og spennandi avbjóðingum í gerandisdegnum
  • har menningin hjá einstaka barninum er týðandi partur í gerandisdegnum
  • har samstarv við foreldrini hevur stóran týdning
  • har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið 


Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Umsókn

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 20. juni 2021.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Turið Horn, stovnsleiðara, telefon 27 51 00 ella við at skriva til turidh@torshavn.fo