Lurta
Til lesiveik

Starv sum sløkkiliðsfólk

Tórshavnar kommuna søkir eftir sløkkiliðsfólki at byrja 1. august 2021.

Tórshavnar sløkkilið fevnir um alla Suðurstreymoy við støðum í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy, Velbastað og Hesti og høvuðsstøð í Tórshavn, við í alt 72 sløkkiliðsfólkum.

Tórshavnar kommuna tekur tilbúgvingina í størsta álvara og raðfestir at hava eina góða og virkna tilbúgving.

Talan er um fulltíðarstarv sum sløkkiliðsfólk í vaktarskipanin á vaktstovuni og sum tilkallivakt.


Høvuðsuppgávur

  • Luttaka í døgnvaktum á Vaktstovuni.
  • Bilførari í serflutningsskipanini (SFS-bussurin)
  • Viðlíkahald av útgerð
  • Eftirlit og viðlíkahald av brandpostum
  • Bjargingaruppgávur
  • Annað vanligt sløkkiliðsarbeiði og hjálpiuppgávur.

 

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum sløkkiliðsfólk
  • Førarabræv til akfar í hesum bólkum,  B/E - C/E
  • Vinnuførarabræv til akfar BV/DV (vinnuligan fólkaflutning, bil og buss) – fyri rætta viðkomandi kann hetta takast eftirfylgjandi, tó innan 6 mánar
  • Hava telduførleika á brúkarastøði, fyrimunur at kenna til Office, Assign og Interview

 

Annað

  • Skal kunna vera á støðini innan 5 minuttir frá fráboðan
  • Kunna útvega reina revsiváttan
  • Neyðugt er, at viðkomandi er likamliga væl fyri, er førur fyri at taka røttu avgerðirnar í røttu løtuni, kann arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at virka saman við starvsfelagum og viðskiftafólkum
  • Tað er ein treyt fyri starvinum, at tú framhaldandi hevur nevndu førarabrøv


Setanarviðurskifti

Starvið er sett at byrja 1. august 2021 og lønt eftir sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Heina Østerø, sløkkiliðsstjóra, ella Hans Dávid Hansen, varasløkkiliðsstjóra, á telefon 30 21 00.


Umsókn

Umsókn, merkt »Umsókn sløkkiliðsfólk«, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera sendar við telduposti til torshavn@torshavn.fo  Umsóknin skal vera Tórshavnar kommunu í hendi seinast mánadagin 5. juli 2021.