Lurta
Til lesiveik

Starvsfólk til Boðanesheimið

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Boðalon.

Boðalon er búeind hjá 16 fólkum, sum hava demens. Á lonini veður dentur lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining og at varðveita samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin í Boðalon strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.


Til Boðalon verður søkt eftir:

Sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0 við møguleika fyri at arbeiða lægri brøk, til setan 1. apríl 2021 ella eftir avtalu. Starvið er fyri tað mesta í dagvaktum, og arbeitt verður sætta hvørt vikuskifti

Heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 við møguleika fyri at arbeiða lægri brøk til setan 1. apríl 2021 ella eftir avtalu. Starvið er skiftandi vaktir, og arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti


Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur / heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við fólki sum hava demens 
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning
  • KT-førleika á brúkarastigi


Vit bjóða tær:

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • góða innleiðslu
  • eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna Boðalon


Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin. 


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mai Dahl, deildarleiðara á Boðalon, telefon 226790, ella við telduposti til maid@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: »Boðalon«.

Umsóknarfreistin er 2. mars 2021.