Lurta
Til lesiveik

Starvsfólk til dagligt rakstrar og viðlíkahaldsarbeiði í Kollafirði

Dámar tær fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur?

So átti tú umhugsað at sent eina umsókn inn til Rakstrarstøðina, so tú kanst blíva partur av okkara toymi í Kollafirði.

Okkara starvsfólk í Kollafirði taka sær av tí dagliga rakstrar og viðlíkahalds arbeiðinum, ið millum annað umfatar vegarbeiði, kantsteinsarbeiði, grava og leggja vatn- og kloakrør, grava í kirkjugarðinum, reinhald, útinna mongu ymisku uppgávurnar ið koma inn gjøgnum Prei skipanina og luttaka í vetrarhaldinum, har vit rudda kava og salta vegir.

Tað er ein treyt at viðkomandi hevur koyrikort til lastbil.

Vit vænta, at tú ert skyldurøkin og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss, við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.

Hevur hetta tín áhuga, so kanst tú senda okkum eina umsókn.

Setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Løn og aðrar treytir verða eftir førleikum sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

Umsókn

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. november, klokkan 16.00. Umsóknirnar skulu sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo og merkjast „Starvsfólk til dagligt rakstrar og viðlíkahaldsarbeiði í Kollafirði“.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóra Bendtsen, leiðara á Rakstrarstøðini, á telefon 288658 ella 302010.

 

 



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking