Lurta
Til lesiveik

Starvsfólk til Dagstovnin í Løkjatúni 

Vit sóknast eftir frískum og hugflogsríkum starvsfólkum til at ríka um okkara góða og raska starvsfólkahóp. 

Vit sóknast eftir trimum námsfrøðingum til stuðulstørv.

Talan er um stuðulstørv í vøggustovu og í barnagarði, har tað er motorikkur og tala vit hava tørv á at styrkja. Størvini eru øll áleið 25-30 tímar um vikuna.

Vit sóknast eisini eftir námsfrøðingi til barnagarð, tímatali er umleið 30 tímar um vikuna. 

Størvini eru ætlað at byrja tiðarsett fyri 2021, ella sum vit avtala tað. Setanin er frá 15. mars 2021.

Námfrøðilesandi eru hjartaliga vælkomin at søkja, Ynskiligt at tit eru tvey sum kennast og  tíma at arbeiða í einum toymi. 

Um eingin námsfrøðingur er til størvini, verður hjálparfólk sett í starv.


Lýsing av stovninum

Á Dagstovninum í Løkjatúni ganga áleið 66 børn. Vit liggja í vakra og barnavinarliga landslagnum við Sandá. 

Á stovninum eru fýra stovur. Tvær vøggustovur við 13 børnum á hvørjari, og tveimum barnagarðstovum við áleið 20 børnum á hvørjari. Í Løkjatúni arbeiða sjey námsfrøðingar og 12 hjálparfólk. Tveir námsfrøðingar er í farloyvi og so mangla vit teg. Vit eru ein starvsfólkabólkur sum telur áleið 20 starvsfólk. 


Vit leggja dentin á:

  • at øll starvsfólk hava møguleika fyri at mynda gerandisdagin og hava ábyrgd fyri innihaldinum. 
  • at møta barninum har tað er í menningini og at avbjóðingar eru aldursvarandi
  • at børnini hava eina rødd og ávirkan á egnan gerandisdag
  • at trivni og stuttleiki er ein partur av arbeiðsdegnum og samveruni 
  • at samstarv við foreldur er eitt aðalmál 
  • at toymisarbeiði og verkætlanararbeiði verður prioritera


Setunarsviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara felagið. 


Umsókn

Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast til torshavn@torshavn.fo, freist at søkja er 10. mars 2021. Viðmerk umsókn til Løkjatún. 

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Berit Weihe, stovnsleiðara, telefon 262261.