Lurta
Til lesiveik

Starvsfólk til Dagstovnin við Landavegin

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Landavegin eftir starvsfólki at byrja 9. august 2021.

Torir tú at vera við til at seta nýggja námsfrøðiliga kós fyri ein dagstovn? 

Torir tú at taka við avbjóðingunum sum seta tað nýggju kósina? 

Torir tú, ja so hava vit arbeiðið til tín.


Dagstovnurin við Landavegin søkir eftir:

  • einum starvsfólki til vøggustovu á 30 tímar
  • trimum Starvsfólk til barnagarð á 33 tímar, 37 tímar og 36 tímar. (viðmerk tímatal)
  • eitt starvsfólk til køkin á 20.tímar og avloysing


Vit vænta at:

  • tú kann virka í góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið, foreldur og starvsfelagar
  • tú er við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • tú tekur ábyrgd og hevur yvirlit
  • tú flytur teg við nýggjari vitan á námsfrøðiliga økinum
  • tú er sjálvstøðug/-ur og kann taka avgerðir
  • tú hevur telduførleikar til tekstviðger og myndir
  • tú tolir at flyta arbeiðsøki innanhýsis á stovninum


Vit bjóða:

  • heimsins mest umráðandi arbeiðið
  • eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
  • eitt starv har tú fær møguleika at seta tín dám á gerandisdagin við nýggju námsætlanini sum leisti
  • eitt starv har eingin dagur er eins
  • ein stovn sum setur nýggja kós


Setanarviðurskifti

Løn sambært avvarðandi sáttmála.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Steinbjørn V. Olsen, stovnsleiðara, telefon 222380, ella við at hyggja á okkara síðu Dagstovnurin við Landavegin


Umsókn

Umsókn saman við lívsrensli og prógvi verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 17. juni 2021.