Lurta
Til lesiveik

Starvsfólk til Endurnýtsluna á Hjalla

Vegna økt virksemi søkir Kommunala Brennistøðin eftir einum starvsfólki til Endurnýtsluna á Hjalla, ið er móttøkupláss fyri burturkast í Tórshavnar kommunu.

Arbeiðsuppgávurnar á Endurnýtsluni eru í høvuðsheitum:

  • Avgreiðsla, eftirlit og vegleiðing
  • Pakka / stápla burturkast, sum skal til serviðgerð ella endurnýtslu
  • Reinhald, røkt og annað fyrifallandi arbeiði
  • Harumframt kann roknast við øðrum uppgávum á stovninum eftir tørvi


Førleikar

Vit ynskja, at tú:

  • Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
  • Telduførleika á brúkarastøði
  • Dugir føroyskt og danskt í skrift og talu

Tað kann vera ein fyrimunur at hava útbúgving ella annan kunnleika innan vandamikil / evnafrøðilig evni.

Av persónligum eginleikum ynskja vit, at tú ert tænastusinnað/-ur, ágrýtin og røkin, og at tú ert fleksibul og kann arbeiða sjálvstøðugt.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag. Arbeiðstíðin er umleið 40 tímar pr. viku samsvarandi vaktarlista og upplatingartíðunum á Endurnýtsluni. Roknast kann við at skula arbeiða annan til triðja hvønn leygardag.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita við at venda sær til John Erik Hansen, leiðara, johnerik@torshavn.fo, á telefon 30 40 35.


Umsókn

Umsókn skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk »Starvsfólk til Endurnýtsluna«.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. juni 2021.