Lurta
Til lesiveik

Starvsfólk til Frítíðarskúlan í Hoyvík

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Hoyvík, eftir tveimum ágrýtnum starvsfólkum at byrja skjótast gjørligt.

Størvini eru uml. 25 tímar um vikuna, og eru tíðarsett til 18. juni 2021. 


Vit ynskja umsøkjarar, sum í trá við okkara virðir og ætlanir

  • vilja og megna at verða nærverandi í spæli við børnunum
  • vilja og megna at geva børnunum ein innihaldsríkan dag
  • eru ágrýtnir, initiativríkir og vísa hetta í verki
  • eru sjálvstøðugir, álítandi, taka ábyrgd og hava gott yvirlit
  • eru áhugaðir og hava hegni til rørsluligt námsfrøðiligt virksemi
  • tola at flyta arbeiðsøkið innanhýsis á stovninum
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar tí at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar 


Vit bjóða

  • eitt arbeiðspláss við ymiskleika, dygd og yrkisføri 
  • toymisarbeiði
  • samstarv


Um okkum

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Hoyvíkar skúla, eisini er eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki, ið húsast í ovastu hæddini í Hoyvíkshøllini. Somuleiðis ganga børn úr serstovuni í Hoyvíkar skúla í frítíðarskúla. Í hølunum er eisini Ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188. 

Okkara kjarnuuppgáva er, at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, avbjóðandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, har barnið verður virðismett!

Um áhugi er, og umstøður loyva tí, er eisini møguleiki at arbeiða í Ungdómshúsinum í Hoyvík.
KLUBB 188 er opið 3 kvøld um vikuna. Arbeiðstíðin er í miðal uml. 7-10 tímar vikuliga.


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Umsókn

Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi sunnudagin 17. januar 2021. 


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789 ella bjarnibe@torshavn.fo – sí meira um stovnin við at trýsta á her FTS í Hoyvík