Lurta
Til lesiveik

Starvsfólk til Tilhaldið í Nólsoy

Søkt verður eftir starvsfólki til fast starv at arbeiða 16 tímar um vikuna í Tilhaldinum í Nólsoy.

Endamálið við Tilhaldinum er, at geva pensjónistum í Nólsoy møguleika, at hava ein innihaldsríkan gerandisdag. 

Hetta er eitt starv við fjøltáttaðum virksemi við fyribyrgjandi og heilsustimbrandi tilboðum í hugnaligum umhvørvi.


Førleikar

  • Tað er ein fyrimunur um tann sum søkir hevur prógv, sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, men tað er ikki eitt krav


Vit vænta at:

  • tú verður við til at mynda tilboðið í Tilhaldinum
  • tú ert fyrikomandi og hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
  • tú ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
  • tú ert kreativ/-ur og megnar skipa fyri hóskiligum og stimbrandi gerandisaktivitetum
  • tú dugur at loysa praktiskar uppgávur


Vit kunnu bjóða:

  • starv við spennandi avbjóðingum og møguleika fyri yrkisligari og persónligari menning, í tøttum samstarvið við deildarleiðara og starvsfólki við øðrum yrkisligum førleikum
  • upplæring og undirvísing


Setunarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið / KAF og avvarðandi fakfelag. Starvsbyrjan er 1. juni 2021, ella eftir avtalu. 

Ein vísir til deildarleiðaran fyri heimatænastuna í Heilsu- og umsorganartænastuni.


Umsókn

Umsókn við prógvi, góðkennig sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari og upplýsingar um starvsroyndir vera sent til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. mai 2021. Viðmerki »Starvsfólk til Tilhaldið í Nólsoy«.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita við at venda sær til Jóhannu við Streym, deildarleiðara, telefon 793110 ella teldupost johannav@torshavn.fo