Lurta
Til lesiveik

Starvsfólk til Tórsgøtu

Vit sóknast eftir starvsfólki til parttíðarstarv í Tórsgøtu.

Í Tórsgøtu er okkara livandi mentan savnað. Her er rúm fyri øllum skapandi og her lata vit hvønn dag í árinum dyrnar upp til nýggjar upplivingar. Tónleikur, framsýningar, filmur, dansur, fyrilestrar, listarligar verkstovur og mangt annað. Allastaðni bjóða vit hugflognum framat – úr Perlutúni niðast í Tórsgøtu og til Finsen ovast í Tórsgøtu. Her bíða stuttligar, ríkar og ógloymandi løtur. Hvønn dag í árinum.


Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:

  • at hjálpa til við at røkja heimasíðu, sosialar miðlar og marknaðarføring
  • samskifti við tey, sum nýta hølini til framførslur og onnur tiltøk
  • praktiskar uppgávur, so sum at gera hølini klár til tiltøk og samskifti annars
  • hjálpa til við at samskipa og skipa fyri tiltøkum
  • til starvið hoyrir eisini at kunna arbeiða til konsertir bæði um kvøldið og vikuskiftið


Vit ímynda okkum starvsfólk, sum:

  • hevur góðan telduførleika og dugir væl føroyskt og enskt mál
  • arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • er fyrikomandi og jaligt
  • er tænastusinnað


Um Tórsgøtu

Mentanarliga virksemið í Tórsgøtu fevnir um Reinsaríið, Perluna, Perlutúnið, Ostahúsið, Garasjuna, Listahøllini í Finsen og Aulina á Finsen. 


Setanarviðurskifti

Starvið er fast starv 20 tímar um vikuna. 

Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at skriva til Boga Andreasen, leiðari, á bogi@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn verður at senda Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo. Merk umsóknina »Starvsfólk til Tórsgøtu«.

Umsóknarfreistin er 3. mars 2021.