Lurta
Til lesiveik

Starvsfólk til Vøggustovuna Stella Maris

Tórshavnar kommuna sóknast vegna vøggustovuna Stella Maris eftir einum starvsfólki, 35 tímar um vikuna at byrja 1. januar 2021 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað fram til 31/7-2021.

Lýsing av stovninum

Stella Maris er ein hugnaligur og spennandi stovnur við nógvum námsfrøðiligum virksemi, sum tekur støðið í teimum 0-3 ára gomlu. Vit hava tríggjar vøggustovur, og her ganga 35 børn. Vit húsast mitt í býnum, og garðurin hjá okkum er ein sonn perla hjá børnunum at spæla og røra seg í.

Vit bjóða:

 eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv, har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiði
 eitt starv, har viðurkennandi námsfrøði og relatiónsarbeiði hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og menning
 at gerast ein partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi, har trivnaður og faklig menning verður raðfest

Vit vænta, at:

•  tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
 tú ert nærverandi og umsorganarfull/-ur
 tú vilt virka fyri góðum trivnaði og samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
 tú hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka   barnið
 tú hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur yvirlit
•  tú ert álítandi, tekur ábyrgd, hevur ein jaligan hugburð og ert fyrikomandi

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hildur Samuelsen, stovnsleiðara á telefon 512577.

Umsókn

Umsókn saman við prógvi og lívrensli verður send til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 30. november 2020 kl 12.

 

 

 

 

 



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking