Lurta
Til lesiveik

Summarferiuavloysarar til køkarnar í Heilsu- og umsorganartænastuna

Køkarnir á heimum okkara, Boðanesheimið, Lágargarður, Ellisheimið og URD sóknast eftir arbeiðssomum summarferiuavloysarum til setan frá juni til august 2021. Arbeiðstíðin er eftir avtalu í dagtíð, og arbeitt verður 2. ella 3. hvørt vikuskifti.


Arbeiðsuppgávur:

Fyrireiking, matgerð, pakking, upprudding, uppvask og reingerð.


Førleikar

  • Gott um tú hevur arbeiðsroyndir úr køki
  • Álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur
  • Røkin og arbeiðsom/samur
  • Fleksibul og tolir broytingar


Vit bjóða:

  • upplæring á staðnum
  • eitt arbeiðspláss, har tað er gott at arbeiða


Setanarviðurskifti

Størvini verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag.


Meira fæst at vita

Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Camilla Holmegaard Hansen, deildarleiðara fyri køkarnar í Heilsu- og umsorganartænastuni, telefon 223782 ella teldupost camillab@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn saman við CV skal sendast til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk »Summarferiuavloysari til køkar í H&U«.

Umsóknarfreistin er 13. mai 2021.