Lurta
Til lesiveik

Summarferiuavloysarar til vaskarí og reingerð í Heilsu- og umsorganartænastuna

Vit søkja eftir avloysarum til ymsu heimini hjá okkum innan eldraøki frá juni til august 2021. Talan er bæði um størv innan reingerð og á vaskarí, og verður arbeitt gerandisdagar í dagtíð.


Førleikar

  • Gott um tú hevur royndir innan reingerð/á vaskaríið
  • At tú ert fyrikomandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú skilir føroyskt og/ella danskt í talu


Vit bjóða:

  • eina góða innleiðslu
  • góðar og virknar starvsfelagar


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Astu Marjunardóttir, ella við telduposti til astam@torshavn.fo


Setanarviðurskifti

Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF og Havnar Arbeiðskvinnufelag.


Umsókn

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 13. mai 2021. Viðmerkjast skal »Reingerð og vaskaríið í summar«.