Lurta
Til lesiveik

Svimjihøllin søkir eftir einum starvsfólki

Søkt verður eftir einum starvsfólki til kafeteria í Svimjihøllini í Gundadali.

Arbeiðstíðin svarar til 68% av fullari tíð. Arbeitt verður aðruhvørja viku umframt tvey vikuskifti um mánaðin.

Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving og / ella royndir innan matgerð og skulu kunna arbeiða sjálvstøðugt.

Lønin er sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.

Umsóknir saman við prógvum og viðmælum skulu sendast til Tórshavnar Kommunu, torshavn@torshavn.fo, freistin er sunnudagin 6. desember 2020.

Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Gunnar Streymoy á telefon 224550 ella á gunnars@torshavn.fo



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking