Lurta
Til lesiveik

Tannlæknastjóri

Starvið sum leiðari fyri Barnatannrøktina hjá Tórshavnar kommunu er leyst at søkja. Starvið verður sett frá 1. september 2021 ella eftir nærri avtalu.

Í Barnatannrøktini starvast tilsamans 26 starvsfólk. Barnatannrøktin heldur til í Tórsgøtu, men hevur eisini tannlæknastovur í skúlunum við Løgmannabreyt, á Argjahamri, í Kollafirði og á Sandi. Barna- og ungdómstannrøktin í Tórshavnar kommunu fevnir um gott 6.100 børn ung í aldrinum 0-17 ár.

Leiðarin luttekur í dagliga arbeiðinum í tannrøktini og hevur harafturat ábyrgdina av uppgávunum viðvíkjandi fyrisiting og ráðlegging fyri Barnatannrøktina og skal skapa karmarnar fyri tryggleika og álit hjá børnunum.

Leiðarin skal virka fyri einum livandi og positivum samstarvi við starvsfólkini og fyrisitingina og skal í hesum sambandi støðugt menna bæði starvsfólkini og tannlæknastovuna sum heild. 

 

Førleikakrøv

  • Tú ert útbúgvin og hevur arbeiðsroyndir sum tannlækni
  • Tú ert álitisvekjandi í tínum samstarvi við onnur og hevur ein greiðan leiðslusamleika
  • Tað er ein fyrimunur, at tú hevur leiðslu- og fyrisitingarroyndir


Setanartreytir

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Tandlægeforeningen. Starvið verður lønt eftir lønarflokki 17.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Sigrid Arge, tannlæknastjóra, á telefon 30 25 25 ella til Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, á telefon 30 20 57.

Umsókn og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast til torshavn@torshavn.fo og skal merkjast »Tannlæknastjóri«. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 13. juni 2021.