Lurta
Til lesiveik

Tannlækni til Barnatannrøktina

Á tannlæknastovuni hjá Tórshavnar kommunu er eitt tannlæknastarv 3 dagar um vikuna tøkt at søkja. Starvið verður sett frá 1. juni 2021 ella eftir nærri avtalu.

Barna- og ungdómstannrøktin í Tórshavnar kommunu fatar um gott 6.100 børn og ung í aldrinum 0-17 ár.


Í Barnatannrøktini starvast:

5,6 tannlæknar, 2,6 tannrøktarar og 10 tannatstøðingar (klinikkassistentar).

Umframt hesi tekur eitt toymi av tannrøktarum, tannatstøðingum umframt ein sertannlæknaráðgevi sær av tannrættingini. Hesar viðgerðir fara fram á tannrættingarstovuni á Skúlanum við Løgmannabreyt.


Tannrøkt fer fram á fýra viðgerðarstovum:

Í Tórsgøtu, á Argjahamri, í Kollafirði og á Sandi. 


Vit hava talgildar journalir:

TK2 og digital røntgen, Digora røntgen-system.


Setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmálanum millum KAF og TF.


Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Sigrid Arge, tannlæknastjóra, telefon +298 302525  ella teldupost sigrid@torshavn.fo 

Umsókn og avrit av viðkomandi skjølum verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 25. mai 2021.



Barnatannrøktin
Barnatannrøktin

Tórsgøta 23, 100 Tórshavn

Les um Barnatannrøktina

tann@torshavn.fo

Tel. 30 25 25

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 8 - 15
Fríggjadag 8 - 14