Lurta
Til lesiveik

Tannrøktari til Barna- og ungdómstannrøktina

Á tannlæknastovuni hjá Tórshavnar kommunu er starv sum tannrøktari leyst at søkja. Arbeiðstíðin er 4 dagar um vikuna. Starvið verður sett frá 16. august 2021 ella eftir nærri avtalu.

Barna- og ungdómstannrøktin í Tórshavnar kommunu fevnir um gott 6.000 børn og ung í aldrinum 0-17 ár.

Tannrøktin fer fram á fýra viðgerðarstovum: í Tórsgøtu, á Argjahamri, í Kollafirði og á Sandi. Harumframt á tannrættingareindini á skúlanum við Løgmannabreyt.

Í barnatannrøktini starvast 25 starvsfólk.

Vit hava talgildar journalir: TK2 og digital røntgen.

Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Tannrøktarar verða løntir í lønarflokki BA.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Sigrid Arge, tannlæknastjóra, á telefon 30 25 25 ella á sigrid@torshavn.fo

Umsókn og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 21. juni 2021.