Lurta
Til lesiveik

Verkætlanarfólk til ferðavinnupolitikk – endurlýsing

Ferðavinnan í Tórshavnar kommunu hevur verið í stórum vøkstri seinnu árini, og kommunan brynjar seg nú  til framtíðina, tá ferðafólkini koma aftur. 

Ein nýggjur ferðavinnupolitikkur skal avloysa ferðavinnupolitikkin, sum kommunan hevur arbeitt út frá síðani 2017. 

Kommunan hevur sett ein arbeiðsbólk at orða eitt uppskot til ferðavinnupolitikk, og søkt verður eftir einum verkætlanarfólki, sum kemur at standa á odda fyri hesum arbeiði.


Uppgávan

Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú hevur sum høvuðsuppgávu at samskipa arbeiðið við ferðavinnupolitikkinum saman við arbeiðsbólkinum.

Tú skal lýsa, greina og finna upplýsingar til arbeiðsbólkin, fasilitera tilgongdina, skipa hoyringarfundir og skriva sjálvt uppskotið.


Førleikar

Søkt verður eftir einum persóni við útbúgving innan ferðavinnu, samfelagsfrøði, journalistikk ella líknandi.

Tú skal duga væl at orða teg og at miðla torskilt tilfar v.m.

Góð evni at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum, og góðan førleika innan vanligu telduforritini, eru ein treyt.

Tú skal duga væl at fasilitera tilgongdir, at samskifta og hoyra fólk.

Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, duga at arbeiða skipað og sjálvstøðugt.

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan ferðavinnu og/ella tænastavinnu ella líknandi starvsroyndir.


Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv í 5 mánaðir. Møguleiki er tó fyri, at starvið kann vera færri tímar um vikuni.

Løn og treytir verða sambært avvarðandi sáttmála.

Starvið verður sett sum skjótast.   


Umsókn

Umsókn saman við CV og útbúgvingarprógvum, viðmælum og upplýsingum um royndir, skulu sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 17. mai 2021 kl. 16.

Merkið umsóknina »Verkætlanarfólk til ferðavinnupolitikk«.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Doris Bjarkhamar, fulltrúa á stjórnarskrivstovuni, telefon 30 20 10 ella dorisb@torshavn.fo