Lurta
Til lesiveik

Verkafólk til Rakstrarstøðina

Dámar tær at arbeiða við asfalti, graviarbeiði og álegging av kantsteinum?

So átti tú umhugsað at sent eina umsókn inn til Rakstrarstøðina hjá Tórshavnar Kommunu, vit hava júst nú nøkur leys størv at søkja í nøkur av okkara toymum.

Arbeiðsøkini fevna um viðlíkahaldsarbeiði og nýgerð av okkara vegum, gongubreytum og kantsteinum. Harumframt kann tað væntast, at viðkomandi kemur til at taka sær av øðrum fyrifallandi arbeiði.

Koyrikort B er eitt krav.

Vit vænta, at tú ert skyldurøkin og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.

Hevur hetta tín áhuga, so kanst tú senda okkum eina umsókn.


Setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Løn og aðrar treytir verða eftir førleikum sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.


Umsókn

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. mai 2021, klokkan 16. Umsóknirnar skulu sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo og merkjast »Verkafólk til Rakstrarstøðina«.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tóra Bendtsen, leiðara á Rakstrarstøðini, á telefon 288658 ella 302010.