Lurta
Til lesiveik

Farspor (cookies)

Tá tú vitjar heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, fært tú sjálvvirkandi eitt ella fleiri farspor sendandi frá okkum.

Vit brúka sonevnd »tracking farspor« til millum annað ferðslugreiningar á heimasíðu okkara. Tað gera vit, tí ferðslugreining hjálpir okkum framhaldandi at menna heimasíðuna. Vit brúka eisini farspor fyri at tryggja, at nýtslan av síðu okkara er so góð sum gjørligt.



Hent at vita um farspor
Hvat er eitt farspor?

Eitt farspor er ein tekstfíla, sum verður løgd á tína teldu, tín teldil ella tína snildfon, tá tú vitjar heimasíðu okkara. Í tekstfíluni goymir heimasíðan upplýsingar, sum heimasíðan ynskir at lesa, tá tú vitjar heimasíðuna aftur. Hetta eru aloftast upplýsingar, sum verða brúktar til greining og hagtalsframleiðslu, og sum eru púra vandaleysar.

Í flestu førum savna farsporini dulnevndar dátur, men farsporini kunnu eisini savna IP-adressur, sum eru persónstilvísandi dátur.

Vit deila ikki persónstilvísandi dátur ella dulnevndar dátur við triðjapart. Summar av teimum tænastunum, sum hava farspor á okkara heimasíðu, deila tó dátur við triðjapart.

Eitt farspor er ein tekstfíla og ikki eitt forrit. Tað vil siga, at farsporið fær ikki sjálvt gjørt nakað á tínari teldu; farsporið kann ikki spjaða telduvirus ella á annan hátt gera skaða. Innihaldið í farsporum verður lisið og skrivað av teimum heimasíðum, sum tú brúkar og vitjar.

So leingi verða farspor goymd

Tað er ymiskt, hvussu leingi farsporini verða liggjandi á telduni. Tað veldst um, hvat einstøku tænastuveitararnir hava sett farsporini til. Summi farspor hvørva beinavegin, tá tú letur kagavindeygað aftur, meðan onnur farspor kunnu liggja í fleiri ár.

Nógvir tænastuveitarar seta vanliga síni lýsinga-, hagtals- og innihaldstengdu farspor til at vara millum 12 - 24 mánaðar, áðrenn tey verða strikað.

Gev gætur, at haldførið á farsporum verður longt fyri hvørja vitjan. Tað vil siga, at haldførið hjá einum farspori til dømis er 24 mánaðar frá tí, tú seinast vitjaði eina heimasíðu.

Hvussu striki eg farspor?

Tú kanst altíð nokta ella strika farspor á tínari teldu við at broyta stillingarnar í tínum kaga. Hvar tú finnur stillingarnar, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Gev tó gætur, at gert tú tað, eru funkur og tænastur, tú ikki fært brúkt, tí tær eru treytaðar av, at heimasíðan minnist tíni val.

Allir kagar geva tær møguleika fyri at strika farspor annaðhvørt eitt í senn ella øll farspor í senn. Hvussu tú strikar farsporini, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Brúkar tú fleiri kagar, skalt tú strika farsporini í teimum øllum.

Hevur tú noktað farspor og angrar, skalt tú fara inn í kagan og strika farsporini. Síðan verður tú aftur spurd, um tú vilt loyva farsporum, tá tú vitjar heimasíðuna.

Farspor á www.torshavn.fo

Neyðug farspor

Hesi farspor eru neyðug fyri, at heimasíðan kann veita tær eina ávísa tænastu.

Á torshavn.fo brúka vit eitt farspor fyri at kanna eftir, at tú hevur givið títt samtykki til nýtsluna av farsporum á heimasíðuni. Vit savna ikki persónstilvísandi dátur í hesum sambandi.

 

Rakstrar- og menningarfarspor

Hesi farsporini brúka vit til at reka og menna heimasíðuna. Tað kann til dømis vera fyri at telja saman talið av vitjandi ella savna aðrar upplýsingar, sum skulu brúkast til at greina ferðsluna og nýtsluna. Hesi farsporini kunnu bara í avmarkaðan mun savna dátur, sum beina til einstaka brúkaran.

Vit brúka farspor frá Siteimprove til at savna inn hagtøl um heimasíðuna. Siteimprove savnar inn dulnevndar dátur og deilir ikki við triðjapart.

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15