Lurta

Rakstrarstøða

Á hesari síðuni sært tú, tá ið ólag er á pørtum av heimasíðuni ella talgildu tænastunum hjá Tórshavnar kommunu. Tú sært til dømis, tá ið sjálvgreiðslur á Vanganum ikki eru tøkar, tá ið BARN-skipanin verður dagførd, kortskipanir eru óstøðugar ella feilir eru í vísingini av talgildum skjølum.

Seinast dagført 20. januar 2022


Støðan í løtuni
10. januar 2022: tveir feilir í ForeldraGlugganum

Feilboð í Portfolio

Í appini ForeldraGlugganum eru feilboð í teiginum »Portfolio«. Her stendur, at »ongar koppsetingar eru skrásettar«. Portfolio er tó ikki eitt yvirlit yvir koppsetingar, men eitt stað, har »Barnsins bók« verður savnað. Portfolio er sostatt eitt slag av projektbók, har ymiskt um barnið, menningina hjá barninum, gerandisdagin og annað kann verða lýst við orðum og myndum. Eitt sindur í tráð við tað, vit áður kenna frá einari fysiskari bók, hefti ella einum lamineraðum arki, har eitthvørt serstakt verður lýst: føðingardagar, evnisdagar, útferðir, aktivitetir og so framvegis.

Portfolio hevur tískil einki við koppsetingar at gera. Talan er um eina villu, sum verður rættað skjótast gjørligt.


Koppingarskrá í kartotekskorti

Í kartotekskortinum á appini hava foreldur møguleika fyri at boða frá, um barnið fylgir tilmæltu koppingarskrá. Kommunan hevur tó ikki tørv á hesum upplýsingum, og tískil verður hesin møguleikin strikaður. Foreldur kunnu sostatt hyggja av hesum møguleikanum. Parturin verður eisini tikin burtur fyri at innsavningin av dátum um børnini verður avmarkað mest møguligt til einans av fevna um tað, ið er neyðugt, og ikki eisini upplýsingar, sum kunnu vera hentir.

Hesin valmøguleiki verður sostatt strikaður úr kartotekskortinum og ongar dátur um hetta goymdar um børnini.

Loystir trupulleikar og brek

7. oktober: Tænastur á Vanganum ikki tøkar vegna umvæling

Hósdagin 7. oktober frá kl. 15 til 16 vóru tænasturnar hjá Tórshavnar kommunu ikki tøkar á Vanganum vegna umvælingar á Vanganum. Umvælingararbeiðið er nú liðugt og tænasturnar tøkar aftur.

 

5. oktober 2021: Óstøðugar talgildar tænastur vegna trygdardagføring

Týsdagin 5. oktober gjørdu vit eina trygdardagføring á netinum hjá kommununi. Dagføringin bar í sær, at sambandið var óstøðugt millum kl. 12 og 13. Arbeiðið er nú liðugt, og allar tænastur eru tøkar aftur.

 

16. september 2021: Óstøðugar tænastur vegna dagføringar

Tøkniligar dagføringar vórðu gjørdar á netinum hjá kommununi hósdagin 16. september frá kl. 12-15. Dagføringarnar høvdu við sær, at atgongdin til fleiri tænastur var óstøðug. Millum annað var heimasíðan í stuttum tíðarbilum ikki tøk. Arbeiðið er nú liðugt og allar tænastur koyra sum vanligt. 

 

9. september 2021: Tøkniligt órógv í kortskipanini »Hvar er bussurin?«

Tøkniligt órógv var í skipanini, ið vísir, hvar býarbussarnir eru staddir. Kortið var tí óvirkið meginpartin av hósdegnum 9. september, meðan brekini vórðu rættað. Skipanin riggar nú, sum hon skal. 

 

3. JUNI 2021: Umsókn um stutttíðarpláss ikki tøk á Vanganum

Umsóknin um stutttíðarpláss var ikki tøk á Vanganum frá 3. juni 2021 til 24. august 2021. Orsøki var, at umsóknin skuldi víðarimennast. Arbeiðið var liðugt 24. august 2021 og umsóknin er nú tøk aftur á Vanganum. 

 

23. AUGUST: KORT YVIR RUSKINNSAVNING ÓVIRKIÐ

Kortið yvir ruskinnsavningina í kommununi var óvirkið eina løtu, men riggar nú aftur.

 

12. JULI 2021: BÓKING AV DAGSTOVNAPLÁSSI IKKI TØK

Ein stilling í bókingarskipanini BARN hevði við sær, at borgarar ikki fingu bókað børnum sínum dagstovnapláss í Lonunum í Hoydølum, tá vit lótu upp fyri bókingum á døgurða 12. juli. Trupulleikin varð loystur seinnapartin 12. juli.

6. JULI 2021: KORTTÆNASTAN »Hvar er bussurin nú?« óstøðug VEGNA DAGFØRING

Týsdagin 6. juli frá kl. 10-13 dagførdi Sona ein servera. Dagføringin bar í sær, at korttænastan »Hvar er bussurin nú?« var óstøðug, meðan dagføringin fór fram. Arbeiðið var liðugt kl. 13, og tænastan koyrir nú aftur sum vanligt.
 

19. APRÍL 2021: BÓKINGARSKIPANIN BARN IKKI TØK

Fyrrapartin mánadagin 19. apríl dagførdu vit bókingarskipanina BARN. Skipanin var ikki tøk frá kl. 10-12. Skipanin var tøk aftur beint fyri middag.

15. MARS 2021: BÓKINGARSKIPANIN BARN IKKI TØK

Mánamorgunin 15. mars 2021 klokkan 9 skiftu vit til Samleikan á BARN. Bókingarskipanin var ikki tøk, meðan skiftið til Samleikan fór fram. Skipanin var tøk aftur kl. 10. 

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15