Lurta
Til lesiveik

Tøknilig vegleiðing til heimasíðuna

Nýggja heimasíðan er gjørd til at rigga eins væl í øllum kagum. Er tín kagi dagførdur, so eigur heimasíðan at rigga á honum. Hon eigur eisini at vera brúkaravinarlig á øllum tóleindum, so sum á snildfonum og teldlum.

Har er tó eitt undantak, og tað er kagin Microsoft Explorer, sum vit frámæla at brúka, tí kagin ikki verður víðarimentur. Tað merkir, at vit ikki kunnu tryggja, at kagin riggar á síðuni. Av tí at hann hvørki er tryggur fyri teg ella okkum at brúka, hava vit við vilja ikki tikið atlit til hendan í menningini. Tað er ti eitt gott hugskot, at tú velur tær ein annan kaga, so sum Firefox, Chrome, Safari ella Edge.



Onnur hjálp
PDF-fílur ið kunnu fyllast út á telduni

Í summum førum nýta vit PDF-fílur sum umsóknarskjøl, tú kanst fylla út í tínum kaga. Gev tó gætur, at í summum førum noyðist tú at taka PDF-fíluna niður og goyma hana á telduni, áðrenn tú kanst fylla fíluna út.

Hetta slagið av PDF-fílum nýta vit bara í teimum førum, har tænastan ikki frammanundan liggur tøk á Vanganum.

Tak forrit niður til at vísa PDF-fílur (Adobe Reader)

Fyri at lesa PDF-fílur noyðist tú at hava Adobe Acrobat Reader. Forritið fylgir við flestu teldum og teldlum, ið verða keypt í dag.

Tak niður Adobe Acrobat Reader (adobe.com)

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15