Lurta

Reingerðartænasta – reingerð til fólkapensjónistar

Ert tú fólkapensjónistur, og megnar tú ikki at gera reint sjálv, hevur tú møguleika at søkja um reingerðarhjálp hjá Heilsu- og umsorganartænastuni. Endamálið við reingerðartænastuni er at tryggja góðar heilsuumstøður og at stimbra vælveruna og lívsgóðskuna hjá tær, sum ikki megnar at gera reint sjálv.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um reingerðartænastu á Vanganum.

Søk um reingerðartænastu á Vanganum

Vanliga verður reingerð bert játtað til fólkapensjónistar, sum frammanundan fáa heimatænastu og sum ikki búgva saman við frískum maka ella vaksnum yvir 18 ár, ið megna at gera reint.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)



Reingerð til fólkapensjónistar
Hvør kann fáa reingerðartænastu?

Reingerðartænastan er eitt tilboð til heimabúgvandi fólkapensjónistar, sum ikki megna at gera reint. Vanliga veita vit bara reingerð til fólkapensjónistar, sum frammanundan fáa heimatænastu, og sum ikki búgva saman við frískum maka ella vaksnum yvir 18 ár, ið megna at gera reint. Um ein hevur ansara, verður reingerð ikki játtað.

Játtan til reingerð er treytað av, at visitator metir, at tørvur er á reingerðarhjálp.

Hetta er ein tænasta, sum vit játta í styttri ella longri tíðarskeið, alt eftir tínum tørvi á reingerðarhjálp.

Um mett verður, at tú við miðvísari venjing kanst endurvinna førleikan at gera reint sjálv, fært tú í boði at venja hesar førleikar saman við starvsfólkum í Heilsuhúsinum. Í tílíkum føri kanst tú fáa játta reingerðartænastu tað tíðarskeiðið, ið venjingin fer fram.

Hvat fevnir reingerðin um?

Tú kanst sjálv gera av, hvat vit skulu gera reint. Reingerðin fevnir vanliga um dustsúgving, at vaska gólv, og at vaska vesi og baðirúmið. Talan er um viðlíkahaldsreingerð. Tað vil siga, at høvuðsreingerð er ikki ein partur av tænastuni.

Er høvuðsreingerð neyðug, áðrenn ein viðlíkahaldsreingerð kann setast í verk, noyðist tú at skipa fyri og gjalda fyri høvuðsreingerðina, áðrenn vit kunnu játta tær reingerðarhjálpina.

Fært tú játtað reingerðartænastu, gera vit reint fyri teg í tveir manntímar triðju hvørja viku. Hetta merkir, at vit annaðhvørt veita eitt reingerðarfólk í tveir tímar ella tvey reingerðarfólk í ein tíma.

Eru umstøður ið gera, at tørvur er á serligari reingerð eftir at tú hevur fingið játtað reingerðartænastu, kann Dveylan nokta at útinna reingerð inntil heimið aftur er í slíkum standi, at gjørligt er at veita viðlíkahaldsreingerð.

Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um reingerðartænastu á Vanganum.

Søk um reingerðartænastu á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Tá tú hevur latið umsóknina inn, viðgera vit hana. Vit gera eina fakliga meting av tínum tørvi og, um neyðugt, setur ein visitator seg í samband við teg fyri at greiða møgulig ivamál. Játtanin til reingerðartænastuna er sostatt treytað av, at vit meta, at tú lýkur treytirnar og hevur tørv á reingerðarhjálp.

Um visitator metur, at tú við miðvísari venjing kanst endurvinna førleikan at gera reint sjálv, fært tú í boði at venja hesar førleikar saman við starvsfólkum í Heilsuhúsinum. Hetta tilboðið eitur rehabilitering og er ókeypis.

Tekur tú av tilboðnum um rehabilitering, fært tú játtað reingerðartænastu tað tíðarskeiðið, venjingin fer fram.

Tú fært teldupost ella bræv tá ið vit hava viðgjørt tína umsókn. Hevur tú søkt umvegis Vangan fært tú svar á Vanganum.

Tú kanst lesa meira um rehabilitering á síðu okkara um rehabilitering.

Rehabilitering

Hvat er umráðandi at vita, tá eg fái reingerðartænastu?

HVØR FREMUR ARBEIÐIÐ?

Heilsu- og umsorganartænastan hevur gjørt avtalu fyri 2020 við reingerðarfyritøkuna Dveylan.

FRÁBOÐAN OG AVBOÐ

Vilt tú avlýsa eina reingerð, skalt tú minnast til at boða reingerðarfyritøkuni frá 48 tímar frammanundan. Um serligar umstøður forða tær í at boða frá í góðari tíð, skalt tú boða frá, áðrenn reingerðin sambært avtaluni skal fara fram.

Boðar tú ikki frá tínari avlýsing, noyðist tú at rinda fult gjald fyri reingerðina. Sama er galdandi, um reingerðarfólkini koma á stongdar dyr til avtalaða tíð.

Ert tú burturstødd, men ynskir reingerð, kanst tú avtala nærri við reingerðarfyritøkuna, hvussu atgongdin til heimið skal skipast. Ring til Dveyluna á tel. 26 03 45 ella send ein teldupost til dveylan@dveylan.fo.

VILT TÚ KLAGA

Ert tú ónøgd við tænastuna, skalt tú í fyrstu syftu venda tær til reingerðarfyritøkuna. Ring til Dveyluna á tel. 26 03 45 ella send ein teldupost til dveylan@dveylan.fo.

Finna tit ikki eina loysn, skalt tú boða móttøkuni hjá Heilsu- og umsorganartænastuni frá við at senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo ella ringja á tel. 30 20 20.

Kostnaður

Hvør reingerð kostar 170 kr.
Vit veita reingerðina í tveir manntímar tríðju hvørja viku. Hetta merkir, at vit annaðhvørt veita eitt reingerðarfólk í tveir tímar ella tvey reingerðarfólk í ein tíma.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Letur tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um reingerðartænastu« í evnisteigin.

Umsókn um reingerðartænastu

Onnur kunning

Les meira um reingerðartænastuna í faldara okkara niðanfyri.

Reingerðartænasta – tilboð til fólkapensjónistar