Lurta
Búpláss til fólk við breki ella sálarligum trupulleikum
Ert tú 18 ár ella eldri og hevur sálarligar trupulleikar ella niðursettan virkisførleika, kanst tú hava tørv á serstøkum búplássi. Almannaverkið varðar av búplássum til borgarar, sum annaðhvørt hava sálarligar trupulleikar ella niðursettan virkisførleika.
Tú kanst kunna teg nærri um tínar møguleikar á heimasíðuni hjá Almannaverkinum. Á heimasíðuni kanst tú leita eftir búplássi við at velja slag av búplássi, málbólk og øki. Tú kanst til dømis leita eftir "sambýli", "sálarsjúka" ella "Tórshavn" fyri at leita fram øll sambýli fyri sálarsjúk í Tórshavn.
Tú kanst eisini venda tær beinleiðis til Almannaverkið.
ALMANNAVERKIÐ
Staravegur 18
110 Tórshavn
Tel. 36 00 00
av@av.fo
Niðanfyri finnur tú eitt stutt yvirlit yvir sløgini av vardum búplássum í Tórshavnar kommunu. Leinkjurnar beina allar til leitiskipanina hjá Almannaverkinum.
Vard búpláss í Tórshavnar kommunu