Lurta

Hevur tú tørv á heimasjúkrarøkt?

Heimasjúkrarøkt er eitt tilboð til allar borgarar, sum hava tørv á sjúkrarøkt í sambandi við bráðfeingis ella varandi sjúku.

Ein sjúkrarøktarfrøðingur úr Heimatænastuni veitir tær heilsu- og sjúkrarøkt.

Sjúkrarøktina kunnu vit veita alt samdøgrið. Tú kanst fáa sjúkrarøktina annaðhvørt við hús ella á viðgerðarstovuni í Heilsuhúsinum, sum liggur í Brekkutúni 1 í Hoyvík.



Hjálp til sjúkrarøkt
Hvørjum kann heimasjúkrarøktin hjálpa við?

Hvørjum kann heimasjúkrarøktin hjálpa við?

Heimasjúkrarøktin veitir tær heilsu- og sjúkrarøkt við støði í tínum tørvi. Vit kunnu millum annað hjálpa tær við:

  • Sárviðgerð í heiminum ella í viðgerðarstovuni
  • Viðgerð fyri pínu
  • Blóðtrýst- og blóðsukurmátingar
  • Geva eygnadropar
  • Røkt í sambandi við álvarsliga sjúku
  • Skamtan av heilivági og útflýggjan av heilivági
  • Geva insulin og vegleiða og læra teg at gera tað sjálv, um til ber
  • Syrgja fyri føðslu og sondumati
  • Stomi- og kateturrøkt
  • Kompressiónsviðgerð
  • Kostráðgeving
Viðgerðarstovan

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu hevur eina sjúkrarøktarfrøðiliga viðgerðarstovu.

Viðgerðarstovan er til tín, sum sjálv megnar at koma til og frá viðgerð.

Tá tú hevur søkt um sjúkrarøkt, setur ein av okkara sjúkrarøktarfrøðingum seg í samband við teg. Saman við tær ger sjúkrarøktarfrøðingurin eina meting, ið ger av, um tú fært viðgerð á viðgerðarstovuni ella við hús.

Skalt tú hava viðgerð á viðgerðarstovuni, avtala vit, nær tú skalt møta. Viðgerðarstovan í Brekkutúni er opin gerandisdagar eftir avtalu.

VIÐGERÐARSTOVAN Í BREKKUTÚNI

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00

Hvussu fái eg heimasjúkrarøkt?

Hevur tú tørv á sjúkrarøkt, kanst tú ringja ella senda ein teldupost til móttøkuna í Heilsuhúsinum í Hoyvík.


HEILSUHÚSIÐ Í HOYVÍK

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00 (mánadag til hósdag kl. 8-15.30 og fríggjadag kl. 8-15)

heilsuhúsid@torshavn.fo.

Sjúkrahúsið og tín kommunulækni kunnu eisini ávísa teg til heimasjúkrarøkt.

Hvat hendir, tá eg seti meg í samband við tykkum?

Tá tú setur teg í samband við móttøkuna í Heilsuhúsinum ella verður ávíst til sjúkrarøkt, senda vit eina áheitan um sjúkrarøkt til sjúkrarøktarfrøðingarnar. Í samstarvi við teg gera sjúkrarøktarfrøðingarnir eina fakliga meting um tín tørvi á sjúkrarøkt. Fakliga meting okkara ger av, um vit veita tær sjúkrarøktina og um, hvussu hon skal veitast.

Kostar tað nakað at fáa heimasjúkrarøkt?

Nei. Heimasjúkrarøkt er ókeypis og verður veitt sambært Løgtingslógini um heimatænastu. Tænastan er til borgarar í øllum aldrum; bæði í sambandi við bráðfeingis og varandi sjúku.

Kunna teg nærri um lógarásetingarnar her:

Lógin um heimatænastu og eldrarøkt (logir.fo)

Umráðandi at vita, tá tú fært heimarøkt

Vit veita okkara tænastu við tí fyri eyga at varðveita eitt virðiligt samskifti millum teg, tíni avvarðandi og okkara starvsfólk.

Í hesum sambandi mást tú gera tær greitt, at fært tú játtað heimarøkt frá okkum, verður títt heim samstundis okkara arbeiðspláss. Vit ynskja, at starvsfólk okkara skulu hava góðar arbeiðsumstøður, soleiðis at tey eru arbeiðsfør í so nógv ár, sum gjørligt. Tí kanna vit títt heim, áðrenn vit veita tær heimarøktina. Hetta fyri at tryggja okkum, at vit kunnu veita okkara tænastu undir tryggum umstøðum fyri teg og fyri starvsfólk okkara. Til dømis kann verða neyðugt at fáa til vega ymisk hjálpitól ella gera broytingar í heiminum, áðrenn vit fáa veitt tær tænastuna.

Áðrenn tú kanst fáa heimarøkt, er somuleiðis umráðandi, at títt heim er reint og ruddiligt, soleiðis at tað er atkomuligt hjá okkara starvsfólkum at veita tær tænastuna.

Tú og tíni avvarðandi hava ábyrgd av, at atkomuviðurskiftini uttandura eru í lagi. At atkomuviðurskiftini eru í lagi merkir millum annað, at nøktandi ljós er uttandura, at kavin er ruddaður, og at túnið er saltað, tá tørvur er á tí.

Roykir tú, seta vit sum krav, at tú luftar væl út, áðrenn vit koma í heimið, og at tú ikki roykir, meðan vit arbeiða.

Hevur tú húsdjór, skulu hesi vera í bandi, í búri ella í øðrum rúmi, meðan okkara starvsfólk eru inni, tí starvsfólk okkara kunnu hava ovurviðkvæmi ella vera bangin fyri djórum.

Onnur kunning

Les meira um okkara tænastur í okkara faldara um heimatænastuna.

Heimatænastan

Átrokandi boð uttanfyri vanligu telefontíðina?

Hevur tú átrokandi boð uttanfyri vanligu telefontíðina um kvøldið og í vikuskiftinum, kanst tú ringja til heimahjálpina í vesturbýnum ella eysturbýnum.

Gev gætur, at hevur tú tørv á bráðfeingis læknahjálp, skalt tú ringja til læknavaktina.


Heimasjúkrarøktin

Tel. 79 31 99 (kl. 15.30-7)

Heilsuhúsið
Heilsuhúsið

Brekkutún 1, 188 Hoyvík

Les um Heilsu- og umsorganartænastuna

heilsuhusid@torshavn.fo

Tel. 30 20 00

Sjúkrarøktarfrøðingar

Tel. 79 31 99

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15.30
Fríggjadag8-15.00

Mánadag - sunnudag15.30-7