Tá tú hevur søkt um hjálp og vegleiðing til hjálpartól ella bústaðartillaging, setur ein ergoterapeutur seg í samband við teg. Saman við tær gera vit eina førleikametan og meta um tín tørv á hjálpartólum ella bústaðartillaging.
Samstundis ráðgeva vit og meta um, hvørt tú kanst megna gerandisuppgávur og kropsligar avbjóðingar, ella um tørvur er á øðrum ergo- ella fysioterapeutiskum tilboðum frá Heilsu- og umsorganartænastuni.
Tilboðini, sum ergo- og fysioterapeuttoymini kunnu veita, eru hesi:
- Meting og ráðgeving
- Rehabilitering
- Endurvenjing sum einstaklingavenjing
- Endurvenjing í bólki
- Fyribyrgjandi venjing í FIMI
Hevur tú spurningar til okkum, kanst tú ringja til móttøkuna í Heilsuhúsinum á tel. 30 20 00 og spyrja eftir einum ergoterapeuti. Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadag kl. 8 - 15.
HEILSUHÚSIÐ
Brekkutún 1
188 Hoyvík
Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo
Vitja síðurnar hjá ymisku tilboðunum fyri at kunna teg nærri um tænasturnar. Nýt leinkjurnar niðanfyri.
Meting og ráðgeving
Rehabilitering
Endurvenjing sum einstaklingavenjing
Endurvenjing í bólki
Fyribyrgjandi venjing í FIMI