Lurta
Til lesiveik

Mattænasta – døgurði til fólkapensjónistar

Ert tú fólkapensjónistur, og megnar tú ikki at gera døgurða sjálv, kanst tú søkja um mattænastu frá Tórshavnar kommunu. Við mattænastuni ert tú tryggjað góðan kost, sum hevur stóran týdning fyri tína heilsu og vælveru.

Í serligum førum kunnu vit eisini veita mattænastuna til borgarar undir 67 ár, sum búgva í egnum heimi og sum ikki eru førir fyri at gera døgurða í styttri ella longri tíðarskeið. Í tílíkum førum taka vit avgerðina um at veita mattænastu við støði í einari fakligari meting av tínum tørvi og tínum førleikum.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um mattænastu á Vanganum. 

Søk um mattænastu á vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um mattænastu" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um mattænastu

Niðanfyri kanst tú lesa meira um mattænastuna, og hvussu tú søkir.



Mattænasta
Hvat fevnir mattænastan um?

Allar máltíðir frá mattænastuni verða matgjørdar í køkinum á Lágargarði og koyrdar heim til tín yrkadagar.

Tú ræður sjálv yvir, hvussu nógvar dagar um vikuna, tú fært døgurða frá mattænastuni. Hetta tilskilar tú í umsóknini, tá tú søkir um mattænastu. Tú hevur møguleika fyri at velja allar dagar í vikuni. Eisini gert tú sjálv av, um tú ynskir at fáa heilan døgurða ella tríkvartsdøgurða.

Hevur tú sukursjúku og tørv á diabeteskosti, skalt tú minnast til at tilskila tað í umsóknini.

Hevur tú tørv á øðrum serligum kosti, mást tú útvega tær eina læknaváttan. Í tílíkum føri skal læknaváttanin viðfestast umsóknini, sum tú fyllir út á Vanganum.

Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um mattænastu á Vanganum. 

Søk um mattænastu á vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um mattænastu" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um mattænastu

Mattænastan er fyrst og fremst ætlað heimabúgvandi fólkapensjónistum, sum ikki megna at gera døgurða. Í serligum førum kunnu vit eisini veita mattænastu til borgarar undir 67 ár, sum búgva í egnum heimi og sum ikki eru førir fyri at gera mat.

Endamálið við tænastuni er at stimbra vælveru og lívsgóðsku við at tryggja borgarum føðsluríkan kost.

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Tá tú hevur latið umsóknina inn á Vanganum, viðgera vit tína umsókn. Um tað gerst neyðugt, setur ein av okkara visitatorum seg í samband við teg.

Vit taka avgerðina um at veita mattænastu við støði í einari fakligari meting.

Tá vit hava viðgjørt tína umsókn, fært tú svar á Vanganum og í MínBoks.

Hvat er umráðandi at vita, tá eg fái mattænastu?

MATARSKRÁ

Tá tú hevur meldað teg til tænastuna, fært tú nýggja matarskrá við jøvnum millumbili. Matarskráin verður koyrd út saman við matinum.

 

DØGURÐIN SKAL HITAST

Tá tú fært døgurðan bornan út, er hann liðugur og kaldur. Døgurðin skal standa í kuldaskápi, til tú skalt eta hann.

Minst til at hita døgurðar, sum eru merktir við reyðum. Døgurðin skal annaðhvørt hitast:

  • Í vatnbað í ovni við 150 hitastig í 45 minuttir
  • Í mikroovni í 3-5 minuttir

Døgurðin skal hitast í ílatinum við lokinum á.

Er døgurðin merktur við bláum, skalt hann ikki hitast, men skal etast kaldur.

 

ÚTKOYRING

Vit bera matin út til tín allar yrkadagar. Neyðugt er hjá bilføraranum at lata tær matin, sum skal í kuldaskáp beinanvegin. Ert tú ikki inni, tá døgurðin kemur, kann bilførarin seta seg í samband við tíni avvarðandi.

Útkoyringin er partur av tænastuni og er tí ókeypis.

 

AVBOÐ OG GJALDSTREYTIR

Heilur døgurði (1/1) kostar 50 kr.

Tríkvartsdøgurði (3/4) kostar 45 kr.

Gjaldið fyri mattænastuna skal skipast sum sjálvvirkandi gjald umvegis tín peningastovn. Sostatt skalt tú loyva tínum peningastovni at rinda upphæddina sjálvvirkandi sambært mánaðarligu uppgerðini. Hetta gert tú, tá tú útfyllir tína umsókn um mattænastu á Vanganum.

Onnur kunning

Les nærri um mattænastuna í faldara okkara niðanfyri.

Mattænasta – døgurði til fólkapensjónistar