Lurta
Til lesiveik

Reingerðartænasta – reingerð til fólkapensjónistar

Ert tú fólkapensjónistur, og megnar tú ikki at gera reint sjálv, hevur tú møguleika at søkja um reingerðarhjálp hjá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um reingerðartænastu á Vanganum.

Søk um reingerðartænastu á Vanganum

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um reingerðartænastu" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Umsókn um reingerðartænastu

Reingerðartænastan er eitt tilboð til heimabúgvandi fólkapensjónistar, sum ikki megna at gera reint. Vanliga veita vit ikki reingerð, um tú býrt saman við birgum hjúnafelaga ella maka, ella um tú býrt saman við vaksnum yvir 18 ár, sum megna at gera reint.

Endamálið við reingerðartænastuni er at tryggja góðar heilsuumstøður og at stimbra vælveruna og lívsgóðskuna hjá tær, sum heilt ella lutvíst ikki megnar at gera reint sjálv.

Hetta er ein tænasta, sum vit játta í styttri ella longri tíðarskeið, alt eftir tínum tørvi á reingerðarhjálp.



Reingerð til fólkapensjónistar
Hvat fevnir reingerðin um?

Tú kanst sjálv gera av, hvat vit skulu gera reint. Reingerðin fevnir vanliga um dustsúgving, at vaska gólv, at vaska vesi og baðirúm og at støva av. Talan er um viðlíkahaldsreingerð. Tað vil siga, at høvuðsreingerð er ikki ein partur av tænastuni.

Er høvuðsreingerð neyðugt, áðrenn ein viðlíkahaldsreingerð kann setast í verk, noyðist tú at skipa fyri og gjalda fyri høvuðsreingerðina, áðrenn vit kunnu játta tær reingerðarhjálpina.

Fært tú játtað reingerðartænastu, gera vit reint fyri teg í tveir manntímar triðju hvørja viku. Hetta merkir, at vit annaðhvørt veita eitt reingerðarfólk í tveir tímar ella tvey reingerðarfólk í ein tíma.

Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um reingerðartænastu á Vanganum.

Søk um reingerðartænastu á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um reingerðartænastu" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Umsókn um reingerðartænastu

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Tá tú hevur latið umsóknina inn, viðgera vit hana. Vit gera eina fakliga meting av tínum tørvi, og um neyðugt, setur ein visitator seg í samband við teg fyri at greiða møgulig ivamál. Játtanin til reingerðartænastuna er sostatt treytað av, at vit meta, at tú lýkur treytirnar og hevur tørv á reingerðarhjálp.

Tá vit hava viðgjørt tína umsókn, fært tú svar á Vanganum og í MínBoks.

Hvat er umráðandi at vita, tá eg fái reingerðartænastu?

HVØR FREMUR ARBEIÐIÐ?

Heilsu- og umsorganartænastan hevur gjørt avtalu fyri 2020 við reingerðarfyritøkuna Dveylan.

 

FRÁBOÐAN OG AVBOÐ

Vilt tú avlýsa eina reingerð, skalt tú minnast til at boða reingerðarfyritøkuni frá 48 tímar frammanundan. Um serligar umstøður forða tær í at boða frá í góðari tíð, skalt tú boða frá, áðrenn reingerðin sambært avtaluni skal fara fram.

Boðar tú ikki frá tínari avlýsing, noyðist tú at rinda fult gjald fyri reingerðina. Sama er galdandi, um reingerðarfólkini koma á stongdar dyr til avtalaða tíð.

Ert tú burturstødd, men ynskir reingerð, kanst tú avtala nærri við reingerðarfyritøkuna, hvussu atgongdin til heimið skal skipast. Ring til Dveyluna á tel. 26 03 45 ella send ein teldupost til dveylan@dveylan.fo.

 

VILT TÚ KLAGA

Ert tú ónøgd við tænastuna, skalt tú í fyrstu syftu venda tær til reingerðarfyritøkuna. Ring til Dveyluna á tel. 26 03 45 ella send ein teldupost til dveylan@dveylan.fo.

Finna tit ikki eina loysn, skalt tú boða móttøkuni hjá Heilsu- og umsorganartænastuni frá við at senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo ella ringja á tel. 30 20 20.

Kostnaður

Hvør reingerð kostar 170 kr.

Vit veita reingerðina í tveir manntímar tríðju hvørja viku. Hetta merkir, at vit annaðhvørt veita eitt reingerðarfólk í tveir tímar ella tvey reingerðarfólk í ein tíma.

Onnur kunning

Les meira um reingerðartænastuna í faldara okkara niðanfyri.

Reingerðartænasta – tilboð til fólkapensjónistar