Lurta
Til lesiveik

Ráðgeving til familjur, børn og ung

Tú kanst leita tær ráðgeving frá Barnaverndartænastuni, tá knappligar hendingar ella broytingar taka seg upp og elva til mistrivna ella stórar trupulleikar í familjuni.

Tú kanst eisini leita tær ráðgeving, tá trupulleikarnir hava verið í longri tíð. Tílíkar broytingar kunnu til dømis vera álvarslig sjúka, ella at títt barn ella tín tannáringur hevur trupulleikar í skúlanum, frítíðarskúlanum ella lestrarlívinum.



Fá ráðgeving til at koma víðari
Hvat kanst tú fáa ráðgeving um?

Tú kanst fáa ráðgeving um at vera foreldur ella um trupulleikar, sum knýta seg at mistrivnaði hjá barni tínum.

Tað kann til dømis vera ráðgeving um:

  • Trivnaðin og menningina hjá tínum barni
  • At vera ella gerast foreldur
  • At fáa gerandisdagin at hanga saman sum familja
  • Uppaling
  • Tannáringar í familjuni
  • Ósemjur í familjuni
  • Børn sum eru illa við av hjúnaskilnaði
  • Kreppur í sambandi við til dømis sjúku ella andlát í familjuni

Barnaverndartænastan kann eisini hjálpa tær við at finna útav, hvør rætti myndugleiki ella stovnur er, um vit til dømis meta, at talan er um eina støðu, sum lógin um barnavernd ikki fevnir um.

Hvønn skalt tú venda tær til fyri at fáa ráðgeving?

Metir tú, at tú hevur tørv á ráðgeving, kanst tú ringja ella skriva til Barnaverndartænastuna. Ring á tel. 30 20 60 (mánadag til fríggjadag kl. 9 – 15) ella á tel. 21 60 12 (eftir arbeiðstíð) ella skriva ein teldupost til barnavernd@torshavn.fo.

Hvat hendir, tá tú vendir tær til Barnaverndartænastuna?

Tá tú vendir tær til Barnaverndartænastuna fyri at fáa ráðgeving, kanst tú vera dulnevnd, tá tú ringir. Tú kanst eisini fáa tíð til eina samrøðu, sum í fyrstu atløgu verður ein samrøða við ein sosialráðgeva.

Kanst tú fáa ráðgeving, uttan at tíni foreldur eru hjástødd?

Metir Barnaverndartænastan tað verða av munandi týdningi, kann hon eisini seta fyriskipanir í verk, hóast foreldrini ikki loyva tí.

Tað kann til dømis vera at veita barninum ella tí unga:

  • Sálarfrøðiliga hjálp
  • Ansingarpláss
  • Hóskandi útbúgvingarpláss, arbeiðspláss ella tílíkt
  • Kontaktfólk
  • Persónligan ráðgeva
Kanst tú vera ónavngivin og fáa ráðgeving?

Ja. Tú kanst vera dulnevnd, tá tú ringir til Barnaverndartænastuna fyri at fáa ráðgeving. Tú kanst eisini gera avtalu um eina samrøðu við ein sosialráðgeva uttan at upplýsa títt navn.

Nær kanst tú ikki longur vera ónavngivin?

Er talan um eitt revsimál, harðskap ella kynsligan ágang, mæla vit til, at tú ikki ringir inn sum dulnevnd, tí í tílíkum førum eigur løgreglan eisini at fáa boð, soleiðis at hon fær møguleika fyri at kanna málið.

Hevur tú illgruna um harðskap ella kynsligan ágang, eigur ivin at koma barninum til góðar. Tá mæla vit til, at tú boðar Barnaverndartænastuni ella løgregluni frá sum skjótast.

Tú kanst tó altíð ringja til Barnaverndartænastuna og greiða frá tí, sum tú veitst ella hevur illgruna um, og síðan kann Barnaverndartænastan siga tær, um tú skalt senda fráboðan ella ikki.