Lurta
Til lesiveik

Stúrin um barn ella ungt fólk

Hevur tú kunnleika um ella orsøk til at halda, at eitt barn ella ungt fólk undir 18 ár livir undir korum, sum hava ringa ávirkan á trivnaðin ella menningina hjá viðkomandi, hevur tú skyldu til at boða barnaverndartænastuni frá.

Ein fráboðan, sum kemur í góðari tíð, kann vera við til at tryggja, at trupulleikarnir verða loystir, áðrenn teir gerast ov stórir. Tí er umráðandi, at tú hevur álit á tín iva, og at tú gert vart við tína stúran. Lat ivan koma barninum til góðar. Boða frá og lat myndugleikarnar meta um málið. Fráboðanir, sum koma rættstundis, hjálpa hvørt ár børnum og ungum at fáa eina betri tilveru heima.

Sum vanligur borgari kanst tú vera ónavngivin, tá tú boðar frá. Arbeiðir tú við børnum, og fært tú í tínum arbeiði kunnleika um, at eitt barn er fyri umsorganartroti, hevur tú kortini skyldu til at upplýsa títt navn í fráboðanini til barnaverndina.

Undir Barnarverndartænastuni í Tórshavnar kommunu hoyra: Tórshavn, Argir, Hoyvík, Hvítanes, Sund, Velbastaður, Kirkjubøur, Hestur, Koltur, Syðradalur, Norðradalur, Kollafjørður, Signabøur, Oyrareingir, Nólsoy og Kaldbak.  



Soleiðis boðar tú Barnaverndartænastuni frá
Boða frá sum privatpersónur

Varnast tú, ella hevur tú orsøk til at halda, at eitt barn livir undir viðurskiftum, sum kunnu skaða sálarligu ella likamligu menningina hjá barninum, eigur tú at senda Barnaverndartænastuni eina fráboðan.

Ert tú stúrin um eitt barn; eygleið so barnið og skriva niður upplivingar, har atburðurin er frávíkjandi. Sama er galdandi fyri atburðin hjá foreldrunum.

Eingi formlig krøv eru til eina fráboðan, men royn at gera lýsingina ítøkiliga. Greið frá tí, tú hevur sæð og tí, sum barnið hevur sagt. Tú kanst eisini greiða frá serstøkum hendingum uttan at gera egnar tulkingar.

Tú kanst lata eina fráboðan bæði skrivliga og munnliga, og tú kanst vera ónavngivin. Set teg í samband við Barnaverndartænastuna í Tórshavnar kommunu.

 

BARNAVERNDARTÆNASTAN

Sosiala deild
Postsmoga 32
110 Tórshavn

Tel. 30 20 60 (mánadag til fríggjadag kl. 9 – 15)
Tel. 21 60 12 (vakttelefon eftir arbeiðstíð)

barnavernd@torshavn.fo

Leiðari Kristina Háberg   

 

Eru tekin um harðskap, kynsligan ágang ella onnur revsiverd viðurskifti, kanst tú annaðhvørt seta teg í samband við løgregluna ella venda tær til Barnaverndartænastuna, sum síðan tekur støðu til málið.


POLITISTØÐIN Í TÓRSHAVN

Yviri við Strond
110 Tórshavn

Tel. 114

Send løgregluni fráboðan

Herd fráboðanarskylda sum alment sett

Fæst tú við børn og ung í tínum starvi, og fært tú kunnleika um viðurskifti, ella hevur orsøk til at halda, at børn ella ung liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra sálarligu ella likamligu heilsu og menning, hevur tú skyldu til navngivin at boða Barnaverndartænastuni frá. Herda fráboðanarskyldan er millum annað galdandi fyri læknar, ljósmøður, heilsufrøðingar, lærarar og starvsfólk innan barnaansing.

Herd fráboðanarskylda merkir, at tú hevur skyldu til navngivin at boða frá, um tú fært kunnleika til viðurskifti ella hevur orsøk til at halda, at eitt barn er fyri umsorganarsviki ella ágangi.

Ítøkiliga er ein fráboðan eini boð til Barnaverndartænastuna. Endamálið er at kunna Barnaverndartænastuna um, at eitt barn møguliga hevur tørv á hjálp ella stuðli.

Ein fráboðan er eitt tekin um umsorgan fyri barninum og kann hava sera stóran týdning fyri einstaka barnið. Ein fráboðan kann eisini vera ein kærkomin hjálp hjá eini familju. Fráboðanin kann elva til ítøkiligar fyriskipanir, sum bøta um støðuna hjá barninum við hús. Hjálpin kann til dømis vera ráðgevandi familjusamrøður, stuðulsfólk ella familjuviðgerð. Aloftast verður ein loysn funnin í heiminum hjá barninum, men viðhvørt er neyðugt at nýta aðrar hættir.

Ivast tú, kanst tú taka málið upp við tínar starvsfelagar ella við leiðsluna. Tú kanst eisini venda tær til Barnaverndartænastuna í Tórshavnar kommunu, har tú dulnevnd kanst fáa ráðgeving frá einum sosialráðgeva.

BARNAVERNDARTÆNASTAN

Sosiala deild
Postsmoga 32
110 Tórshavn

Tel. 30 20 60 (mánadag til fríggjadag kl. 9 – 15)
Tel. 21 60 12 (vakttelefon eftir arbeiðstíð)

barnavernd@torshavn.fo

Leiðari Kristina Háberg   

Á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya finnur tú vegleiðingar til at skriva eina útgreinaða fráboðan. Her kanst tú eisini kunna teg nærri um tínar møguleikar og tínar skyldur.

Barnaverndarstova Føroya (bvs.fo)

Vegleiðing – fráboðan um skúlabarn (bvs.fo)

Vegleiðing – fráboðan um barn á stovni (bvs.fo)

Hvat kann ein fráboðan snúgva seg um?

Hevur tú illgruna um, at eitt barn ella ungt fólk er fyri kynsligum ágangi, vanrøkt ella harðskapi, skalt tú boða myndugleikunum frá.

Tað kann eisini vera, at tú heldur, at eitt barn ella eitt ungt fólk er vorðið meiri tigandi enn áður, og at tað tykist ótrygt. Ella kanska ber barnið seg ógvisliga og harðliga at og tykist niðurtyngt av onkrum. Tú kennir kanska familjuna og hugsar, at familjuni tørvar hjálp til at greiða sína støðu.

Ein fráboðan, sum kemur í góðari tíð, áðrenn trupulleikarnir gerast ov stórir, hjálpir hvørt ár børnum og ungum til at fáa eina betri tilveru heima.

Tá tú sendir tína fráboðan, er tað umráðandi, at tú lýsir tínar eygleiðingar av barninum, og at tú greiðir frá tí, sum tú veitst um familjuna.

Hvussu síggi eg, um eitt barn ella ungt fólk vantrívist?

Tað kann vera torført at meta um, nær eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi, men tú kanst vera varug við nøkur tekin. Ofta skammast barnið og roynir at fjala ágangin. Tað er tískil týdningarmikið, at tú ert opin, lurtar, og at tú hyggur at møguligum teknum frá barninum. Vís serligt ansni, um barnið brádliga broytir atburð, ella um fleiri tekin vísa seg samstundis.

Niðanfyri eru dømi um atburð og tekin, sum kunnu benda á, at eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi. Listin er ikki fullfíggjaður.

  • Vánalig ella sera skitin klæði og klæði, sum ikki hóska til árstíðina
  • Vánaligt reinføri
  • Barnið verður latið á stovn og heintað undir vánaligum og óstøðugum umstøðum
  • Matpakkin hjá barninum manglar ofta ella er í ringum standi
  • Manglandi grundleggjandi vitan og førleikar
  • Likamlig tekin, til dømis blá merki, rípur, sár, bløðrur og annað á kroppinum
  • Vreiði og ógrundað illsinnisherðindi
  • Harðligur og verjukendur atburður
  • Trupulleikar at handfara ósemjur
  • Sjálvshóttandi atburður
  • Afturhaldni og mistrúgv
  • Víkjandi ella afturvísandi atburður
  • Atburður, ið brádliga broytist ella víkir frá
  • Afturvendandi búkilska ella høvuðpína
  • Barnið mennist ikki samsvarandi sínum aldri
  • Barnið er innanhokið og er nógv einsamalt
  • Barnið tekur vaksna ábyrgd fyri sær sjálvum og systkjum
  • Lágt sjálvsvirði ella ovurstór tillaging
  • Barnið skákar sær undan eygnasambandi ella øðrum sambandi
  • Barnið er ókritiskt í sínum sambondum ella heingir seg upp í vaksin
  • Atburður merktur av ótta ella fjáltri
  • Barnið hevur ilt við av hugsavna seg og ávirkast ógvusliga av órógv
  • Barnið er ógvuliga upptikið av tí kynsliga í til dømis spæli og tekningum
  • Sambandið við onnur er merkt av tí kynsliga
  • Nógv frávera í skúla ella á stovni
  • Barnið hevur rúsevnis- ella rúsdrekkatrupulleikar
  • Barnið kemur sær út í kriminalitet

Ivast tú í, um heilsan ella menningin hjá einum barni er í vanda, kanst tú ráðføra teg við Barnaverndartænastuna á tel. 30 20 60. Tú kanst vera dulnevnd, tá tú ringir til Barnaverndartænastuna við tínum spurningi.

Hvat hendir, tá eg sendi eina fráboðan?

Allar fráboðanir verða viðgjørdar einsæris við støði í einstaka barninum og familjuni. Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu skal sum skjótast, og í seinasta lagi innan eina viku, fara ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk.

Er talan um eitt bráðfeingismál, seta vit fyriskipanir í verk alt fyri eitt. Er talan ikki um eitt bráðfeingismál, verður vanlig málsviðgerð nýtt fyri at kanna, um barnið ella familjan hava tørv á aðrari hjálp.

Er talan um eitt revsimál, sum er fráboðað løgregluni, setur løgreglan seg í samband við Barnaverndartænastuna og aðrar viðkomandi partar.

Hóast tú hevur sent eina fráboðan, eigur tú framhaldandi at eygleiða barnið. Um eingin bati vísir seg, eigur tú at senda nýggja fráboðan. Um tú ikki metir, at hetta ger mun, kanst tú kæra málsviðgerðina til Løgtingsins umboðsmann.

Tá tú sendir kæru til Løgtingsins umboðsmann, skalt tú fylla út eitt oyðiblað, sum skal viðfestast brævinum ella teldupostinum. Kæran skal sendast til:

 

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Undir Bryggjubakka 11
Postsmoga 2008
110 Tórshavn

Tel. 35 85 00
lum@lum.fo

 

Kunna teg nærri um, hvussu tú sendir kæru til Løgtingsins umboðsmann her:

Løgtingsins umboðsmaður (lum.fo)

Fá nærri boð um málið

Hevur tú í tínum starvi latið Barnaverndartænastuni eina fráboðan, kann Barnaverndartænastan í summum førum kunna teg um, at ein kanning ella fyriskipanir verða settar í verk. Hetta fyri at hjálpa viðkomandi, sum tín fráboðan snýr seg um.

Vit kunnu veita tær kunning um, hvørji sløg av fyriskipanum verða settar í verk, og hvussu leingi fyriskipanirnar vara. Hetta gera vit, tá tað hevur stóran týdning fyri tí stuðlinum, tú fært givið barninum ella unga fólkinum í tínum arbeiði sum alment sett.

Í summum førum kunnu serlig viðurskifti bera við sær, at upplýsingar um málið ikki kunnu gevast víðari.

Sum privatur borgari hevur tú rætt til at fáa at vita, at fráboðanin er móttikin, og at vit seta okkum í samband við familjuna. Sum privatur borgari kanst tú kortini ikki fáa innlit í, um kanningar ella fyriskipanir verða settar í verk.  

Bráðfeingis tørv á hjálp

Hevur eitt barn ella ungt fólk undir 18 ár bráðfeingis tørv á hjálp í vanligari arbeiðstíð, skalt tú venda tær til Barnaverndartænastuna á tel. 30 20 60.

Eftir vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftum skalt tú ringja til vakttelefonina á tel. 21 60 12.

Sosiala deild
Sosiala deild

Vaglið 1, 100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 60 (kl. 9 - 15)

Tel. 21 60 12 (kl. 15 - 9)

Upplatingartíðir
Mánadag - fríggjadag 9 - 15