Lurta
Til lesiveik

Umlætting til børn, sálarfrøðilig hjálp, stuðul í heimi og onnur hjálp til børn og barnafamiljur

Barnaverndartænastan á Sosialu deild í Tórshavnar kommunu virkar eftir Løgtingslógini um barnavernd. Endamálið við lógini er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Hevur títt barn ella tín familja tørv á hjálp, ella kennir tú eitt barn ella eina familju sum tørvar hjálp, skalt tú venda tær til barnaverndartænastuna í Tórshavnar kommunu. Barnaverndartænastan svarar á tel. 30 20 60 millum kl. 9 – 15 yrkadagar. Tú kanst eisini senda okkum eitt teldubræv til barnavernd@torshavn.fo

Niðanfyri sært tú, hvørjum vit kunnu hjálpa við og hvussu. Ivast tú, kanst tú venda tær til barnaverndartænastuna, so hjálpa vit tær við at meta um tørvin.

Barnaverndartænastan skal leggja dent á at finna loysnir og fyriskipanir, sum eru best fyri barnið.

Lógin um barnavernd (logir.fo)



Fyribyrgjandi fyriskipanir

Vit kunnu millum annað seta hesar fyribyrgjandi fyriskipanir í verk:         

  • veita sálarfrøðiliga ella aðra hóskandi hjálp til barnið ella familjuna
  • veita familjuviðgerð, familjuráðgeving ella líknandi stuðul
  • veita stuðul í heiminum
  • veita heilt ella partvíst ansingarpláss á stovni, í dagrøkt ella líknandi fyri børn, tá tað av sosialum orsøkum verður mett at vera neyðugt
  • hjálpa við at finna hóskandi útbúgvingarpláss, arbeiðspláss ella líknandi til barnið
  • menna frítíðarvirksemi hjá barninum
  • veita tilboð um umlættingarskipan hjá góðkendum fosturforeldrum
  • stuðla foreldrum at fáa og fullføra viðgerð vegna sjúku, rúsevnismisnýtslu ella aðrar persónligar trupulleikar
  • tilnevna ein fastan persón, sum barnið altíð kann seta seg í samband við í mun til sínar trupulleikar
  • veita barninum ein persónligan ráðgeva
  • veita stuðul til barn, sum er 16 ár ella eldri, í egnum kamari ella egnari íbúð

Soleiðis gongur tað fyri seg

Tá barnaverndartænastan fær eina fráboðan um eitt barn, meta vit um, hvørt talan er um eitt mál, sum er fevnt av lógini um barnavernd. Er títt barn fevnt av lógini, kemur tú til samrøðu við ein sosialráðgeva, sum síðan kann bera í sær, at ein fyriskipan verður sett í verk fyri títt barn og familjuna.

Ynskir tú at gerast umlættingar- ella fosturfamilja hjá barni undir 18 ár?

Ynskja tú og tín familja at gerast umlættingarfamilja ella fosturfamilja hjá einum barni ella ungum fólki, kunnu tit lesa meiri um møguleikarnar á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya.

Fosturforeldraskipanin (bvs.fo)