Lurta
Til lesiveik

Førleikameting og ráðgeving frá terapeuttoyminum

Ert tú fólkapensjónistur, og ynskir tú at menna ella viðlíkahalda tínar førleikar? Um so er, hevur tú møguleika fyri at søkja um eina meting av tínari førleikastøðu frá terapeuttoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Samstundis kanst tú fáa ráðgeving um, hvussu tú best kanst menna ella halda tínar førleikar við líka.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um førleikameting og ráðgeving á Vanganum.

Søk um førleikameting og ráðgeving á Vanganum

Á Vanganum skalt tú útfylla umsóknarblaðið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um meting og ráðgeving.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um meting og ráðgeving« í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um ergo- ella fysioterapi



Førleikameting og ráðgeving
Hvør kann fáa førleikameting og ráðgeving?

Tú kanst fáa førleikameting og ráðgeving, um tú ert fólkapensjónistur og hevur kropsligar avbjóðingar ella ynskir at menna ella halda tínar kropsligu førleikar við líka.

Metingina og ráðgevingina fært tú frá terapeuttoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Hvat fevna førleikametingin og ráðgevingin um?

Tá tænastan verður játtað tær, kemur ein ergo- ella fysioterapeutur frá terapeuttoyminum heim til tín at gera eina førleikameting. Terapeuturin ger ymiskar kanningar; teirra millum:

  • Kropsligar kanningar, sum eru kanningar av tínum rørslulagi, og hvussu tú annars ert fyri kropsliga
  • Kanningar av tínum fatanarevni
  • Kanningar av, hvussu tú megnar ymiskar uppgávur í gerandisdegnum

Tá metingin er gjørd, kunnu tú og terapeuturin saman finna loysnir til, hvussu tú kanst menna ella halda tínar førleikar við líka, ella um til ber at tillaga tínar umstøður við til dømis hjálpartólum.

Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um meting og ráðgeving á Vanganum.

Søk um meting og ráðgeving á vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja meting og ráðgeving í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um meting og ráðgeving

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Tá tú hevur søkt, viðgera vit tína umsókn, og ein ergo- ella fysioterapeutur setur seg í samband við teg fyri at gera nærri avtalu.

Tá vit hava viðgjørt tína umsókn, fært tú svar á Vanganum og í MínBoks.

Kostnaður

Tænastan er ókeypis.