Lurta
Til lesiveik

Fyribyrgjandi venjing í FIMI

Hevur tú skerdan virkisførleika, ella hevur tín heilsustøða broytt seg soleiðis, at tú hevur trupult við at megna gerandisdagin, kanst tú søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI. Fyribyrgjandi venjingin samantvinnar tíni fatanarevni og tínar kropsligu, sálarligu og sosialu førleikar.

Fyribyrgjandi venjingin í FIMI er skipað sum eitt bólkatilboð. Tað vil siga, at tú venur saman við øðrum í fimleikarhøllini FIMI í Gundadali.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI á Vanganum.

Søk um fyribyrgjandi venjing í FIMI á Vanganum

Á Vanganum skalt tú útfylla umsóknarblaðið “Umsókn um ergo- og fysioterapi” og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um fyribyrgjandi venjing í FIMI" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um ergo- ella fysioterapi



Soleiðis søkir tú um fyribyrgjandi venjing í FIMI
Hvør kann fáa fyribyrgjandi venjing í FIMI?

Tú kanst søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI, um tú ert fólkapensjónistur í Tórshavnar kommunu og hevur tørv á at styrkja tínar kropsligu førleikar í einum sosialum felagskapi.

Fyri at vit kunnu játta tær fyribyrgjandi venjing í FIMI, er neyðugt, at tú:

  • Sjálv megnar at koma til og frá FIMI
  • Megnar at koma niður á gólvið og upp av gólvinum sjálvstøðugt
  • Megnar at røra teg uttan fleiri steðgir. Tað er í lagi at nýta høkju, stav ella rollator
  • Hevur hug til sosiala samveru saman við hinum luttakarunum
Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI á Vanganum.

Søk um fyribyrgjandi venjing í FIMI á Vanganum

Á Vanganum skalt tú útfylla umsóknarblaðið “Umsókn um ergo- og fysioterapi” og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um fyribyrgjandi venjing í FIMI" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um fyribyrgjandi venjing

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Tá tú hevur søkt, setur ein terapeutur seg í samband við teg, og saman gera vit eina meting um, hvørt fyribyrgjandi venjing í FIMI er rætta tilboðið til tín. Eisini meta vit um, hvørt tú hevur tørv á øðrum tænastum, ið terapeuttoymið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni veita.

Terapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni tekur støðu til, um vit kunnu játta tær fyribyrgjandi venjing í FIMI. Játtanin er tengd av, at tú lýkur treytirnar fyri at fáa tænastuna.

Tá vit hava viðgjørt tína umsókn, fært tú svar á Vanganum og í MínBoks.

Hent at vita um fyribyrgjandi venjing í Fimi
Hvørji eru endamálini við venjingini?

Endamálini við fyribyrgjandi venjingini í FIMI eru:

  • At stuðla undir og fremja góða heilsu
  • At stimbra kropskensluna
  • At økja um lívsgóðskuna
  • At lætta um gerandisdagin
  • At halda sosialar førleikar við líka
Hvussu sær eitt venjingarskeið út?

Venjingin er skipað sum bólkavenjing við í mesta lagi 20 luttakarum. Venjingartíðarskeiðið er 10 vikur. Vit venja í FIMI fyrrapart týsdagar og hósdagar.

Eina ferð um vikuna hava vit drekkamunn eftir venjingina. Luttakararnir skiftast um at hava okkurt afturvið.

Hvat skal eg hava við mær til venjing?

Tá tú kemur til venjing, skalt tú vera í klæðum og skóm, sum eru góð at røra seg í.

Kostnaður

Hvørt venjingarskeið varir í 10 vikur. Kostnaðurin er 600 kr. fyri eitt venjingarskeið.

Hvussu gevi eg avboð?

Fært tú ikki møtt upp til venjingina, skalt tú skjótast gjørligt geva avboð við at ringja til Heilsuhúsið á tel. 30 20 00 ella til kontaktpersónin, sum vit hava upplýst tær.

Samband

Vilt tú vita meira um fyribyrgjandi venjing í FIMI, kanst tú ringja til Heilsuhúsið í Hoyvík. Vit svara tínum spurningum og vegleiða teg fegin, so tú kanst fáa eitt tilboð, ið hóskar til tín tørv.

Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadag kl. 8 – 15.
 

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo