Lurta
Til lesiveik

Rehabilitering

Ert tú fólkapensjónistur, og hevur tú av onkrari orsøk munandi skerdan virkisførleika í gerandisdegnum og trupult við at luttaka sum samfelagsborgari, er rehabilitering møguliga ein loysn fyri teg.

Rehabilitering er ein samanhangandi longri tilgongd, har tú saman við heilsustarvsfólki, í einum ásettum tíðarskeiði, kanst arbeiða miðvíst at fáa eitt so sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív, sum gjørligt.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um rehabilitering á Vanganum.

Søk um rehabilitering á Vanganum

Á Vanganum skalt tú útfylla umsóknarblaðið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um rehabilitering.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um rehabilitering« í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Hevur tú tørv á umsorgan og røkt alt samdøgrið í rehabiliteringstíðarskeiðinum, hevur tú møguleika fyri einum fyribils stutttíðarplássi. Les meira um hetta á síðu okkara um stutttíðarpláss.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um ergo- ella fysioterapi

Stutttíðarpláss



Um rehabilitering
Hvør kann fáa rehabilitering?

Tú kanst fáa rehabilitering, um tú ert fólkapensjónistur og hevur tørv á at endurvinna tínar førleikar fyri at kunna megna at hava ein góðan gerandisdag. Hetta merkir, at tú ikki megnar ymiskt ella ert í vanda fyri at missa førleikar, soleiðis at tú ikki fært verið virkin í gerandisdegnum. 

Dømi um hetta kunnu vera at hava trupult við at halda hús, taka tær av persónligum reinføri, fara til handils, gera mat ella fara til tiltøk sum í bindiklubba ella til konsert.

Hvussu gongur rehabilitering fyri seg?

Rehabilitering er til tín, sum hevur tørv á eini samanhangandi og tvørfakligari tilgongd í longri tíð. Eitt rehabiliteringsskeið merkir, at tú saman við heilsustarvsfólki, í einum ásettum tíðarskeiði, fært høvi og amboð til at arbeiða miðvíst fyri at fáa eitt so sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív sum gjørligt. Saman leggja vit eina ætlan fyri at røkka tey mál, sum hava týdning fyri teg. Hetta krevur, at tú sjálv eigur ein virknan leiklut í rehabiliteringsgongdini.

Vit seta okkum greið mál og gera eina greiða tíðarætlan fyri venjing av gerandisuppgávum. Hesum arbeiða vit í felag fyri at røkka. Vit eru eitt toymi, sum koma at venja gerandisaktivitetirnar saman við tær. Endamálið er, at tú endurvinnur ynsktu førleikarnar.

Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um rehabilitering á Vanganum.

Søk um rehabilitering á vanganum

Á Vanganum skalt tú útfylla umsóknarblaðið “Umsókn um ergo- og fysioterapi” og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um rehabilitering.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um rehabilitering" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um rehabilitering

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Innan eina viku kemur ein visitator at vitja teg fyri at meta um tín tørv á rehabilitering. Visitatorurin metir samstundis um tín tørv á øðrum tilboðum og tænastum, sum Heilsu- og umsorganartænastan veitir.

Eru tú og visitatorurin samd um, at tú hevur tørv á rehabilitering, setur visitatorurin seg í samband við tey starvsfólk, sum skulu venja gerandisaktivitetirnar saman við tær. Hesi kunnu vera ergoterapeutar, fysioterapeutar, heimahjálp ella sjúkrarøktarfrøðingar.

Síðan setur eitt starvsfólk seg í samband við teg, og saman gera tit eina ætlan. Tá tit hava gjørt ætlanina, fært tú eina venjingarskrá. Hana endurmeta vit javnan.

Rehabiliteringstilgongdin er ymisk. Tað vil siga, at venjingin bæði kann ganga fyri seg heima, í nærumhvørvinum ella í hølum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Samband

Hevur tú ivamál ella spurningar til okkara, kanst tú ringja til móttøkuna í Heilsuhúsinum á tel. 30 20 00 og fáa nærri vegleiðing. Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadag kl. 8 – 15.
 

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo