Lurta
Til lesiveik

Søk um ergo- ella fysioterapi

Ert tú fólkapensjónistur við skerdum virkisførleika, ella hevur tú verið innløgd á sjúkrahúsi og hevur tørv á framhaldandi endurvenjing? Ella ynskir tú eina førleikameting og ráðgeving frá terapeuttoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni ella ráðgeving um bústaðartillaging og hjálpartól?

Um so er, kanst tú søkja ymisku tilboðini frá ergo- og fysioterapeuttoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Hjálpin frá ergo- og fysioterapeutunum fevnir um 6 ymisk tilboð. Tað vil siga, at tú mást velja tað tilboðið, sum er viðkomandi fyri teg og tína heilsustøðu, tá tú søkir. Niðanfyri sært tú yvirlit yvir møguleikarnar, tú hevur at velja í, tá tú skalt søkja um ergo- ella fyrsioterapi.

SØK UM ERGO- ELLA FYSIOTERAPI Á VANGANUM


Ivast tú í, hvat er rætta tilboðið fyri teg, kanst tú altíð venda tær til Heilsuhúsið í Brekkutúni í Hoyvík. Ring 30 20 00 ella skriva eitt teldubræv til heilsuhusid@torshavn.fo



Tilboðini um ergo- og fysioterapi
Førleikameting og ráðgeving

Hetta er til tín, sum ynskir eina serkøna meting av tínari førleikastøðu. Í sama viðfangi kanst tú fáa ráðgeving um, hvussu tú best kann menna og halda tínar førleikar við líka. Kunna teg nærri um tilboðið á síðu okkara um førleikameting og ráðgeving. Her kanst tú eisini søkja tilboðið.

Førleikameting og ráðgeving frá terapeuttoyminum

Fyribyrgjandi venjing í FIMI

Hetta er tilboð til tín, sum hevur skerdan virkisførleika, ella har heilsustøðan er broytt soleiðis, at tú hevur trupult við at megna gerandisdagin. Tú finnur kunning um hetta tilboðið og umsókn á síðu okkara um fyribyrgjandi venjing í FIMI:

Fyribyrgjandi venjing í FIMI

Rehabilitering 

Hetta er eitt tilboð til tín, sum hevur munandi skerdan virkisførleika í gerandisdegnum, og sum hevur trupult við at luttaka sum samfelagsborgari. Kunna teg nærri um tilboðið á síðuni um rehabilitering. Her hevur tú eisini møguleika fyri at søkja um tilboðið.

Rehabilitering

Endurvenjing til heimabúgvandi 

Hetta er tilboð til tín, sum hevur fyri neyðini at endurvenja tinar førleikar. Hetta kann til dømis vera viðkomandi, um tú hevur verið innløgd á sjúkrahúsi og ert liðugt viðgjørd, men hevur tørv á framhaldandi endurvenjing. Endurvenjing til heimabúgvandi kann eisini koma uppá tal, um tú hevur verið sjúk, ert viknað, hevur pínu ella ert í vanda fyri at missa førleikar og hevur ilt við at megna gerandisdagin á sama hátt sum áður.

Kunna teg nærri um tilboðið á síðu okkara um endurvejing til heimabúgvandi. Her kanst tú eisini søkja um tilboðið.

Endurvenjing til heimabúgvandi

Tilboð til fólk við varandi sjúku

Hetta er til tín, sum hevur varandi sjúku, og sum hevur áhuga í at venja og vera saman við øðrum í somu støðu. Talan er um eitt venjingar- og undirvísingarskeið, sum ergoterapeutar og fysioterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni skipa fyri. Kunna teg nærri og søk tilboðið á síðu okkara um tilboðið til fólk við varandi sjúku.

Tilboð til fólk við varandi sjúku

Hjálpartól og bústaðartillaging

Tilboðið er til tín, sum hevur niðursettan førleika, og har bústaðurin av tí sama er vorðin óhóskandi at búgva í. Ergoterapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni kann hjálpa tær við at meta um tín tørv og geva tær leiðbeining, tá tú skalt søkja um hjálpartól ella bústaðartillaging frá Almannaverkinum.

Kunna teg nærri á síðuni um hjálpartól og bústaðartillaging, har tú eisini kanst søkja um tilboðið.

Søk um hjálpartól ella bústaðartillaging

Heilsu- og umsorganartænastan
Heilsu- og umsorganartænastan

Brekkutún 1

188 Hoyvík

Les um Heilsu- og umsorganartænastuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 8 - 15.30
Fríggjadag 8 - 15.00