Urd

Rólantsgøta 20
188 Hoyvík
Tel. 27 01 18
Tel. 27 01 14
urd@torshavn.fo

Deildarleiðari:
Hanne-mi á Brúgv

Lurta

Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd liggur í Rólantsgøtu í Hoyvík. Depilin varð tikin í nýtslu í mai 2021 og skal hjálpa borgarum at vera heima sum longst. Á Urd eru 27 stuttíðarpláss.

Eitt stuttíðarpláss er eitt tíðaravmarkað uppihald, har tú kanst fáa hjálp alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið. Tilboðið kann fevna um fleiri ymisk átøk í mun til tín tørv og tína heilsustøðu, til dømis endurvenjing, tørvsmeting og umlætting til røkt og linnan.

Niðanfyri sært tú, hvørji ítøkiligu tilboðini kunnu vera, og hvussu tú søkir pláss.



Hvussu fái eg samband við Urd?
Samband við Urd

Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd 
Rólantsgøta 20
188 Hoyvík
Tel. 27 01 18 (Lon 1)
Tel. 27 01 14 (Lon 2)
urd@torshavn.fo


Eindarleiðari
Mona Maria úr Fugloy
monamaria@torshavn.fo

Deildarleiðari
Hanne-mi á Brúgv
hannemi@torshavn.fo 

Varadeildarleiðari
Rakul Olsen
rakulo@torshavn.fo


Lon 1
Tel. 27 01 18
Tel. 27 01 46
Tel. 27 01 75
Tel. 27 02 26

Lon 2
Tel. 27 01 14
Tel. 27 01 91
Tel. 27 01 47
Tel. 27 01 68

Køkurin
Camilla Bonde Holmegaard Hansen, køksleiðari
camillab@torshavn.fo

Húsavørður
Kristian Thorleifsson
kristiant@torshavn.fo

Soleiðis søkir tú pláss
Hvør kann fáa pláss á Urd?

Tilboðið vendir sær til allar fólkapensjónistar, sum búgva í Tórshavnar Kommunu, og sum hava tørv á røkt og umsorgan alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið.

Borgarar, ið verða visiteraðir til Urd, eru fólkapensjónistar, sum í eitt styttri tíðarskeið hava tørv á røkt og umsorgan, tí røktin og umsorganin ikki letur seg veita í egnum heimi. Tað kann vera aftaná innleggjan á sjúkrahúsi, um tíni avvarðandi hava tørv á einari fríløtu ella tí tú hevur tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið.

Endamálið við uppihaldinum kann vera ymiskt og kann fevna um alt frá endurvenjing, tørvsmetan og umlætting til røkt og linnan.

Soleiðis søkir tú

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.

Søk um stuttíðarpláss

Í umsóknini verður tú millum annað biðin um at greiða frá tínari støðu, orsøkina til at tú søkir um stuttíðarpláss og hvat tíðarskeið tær tørvar eitt pláss.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu fært tú harafturat fylgt við í viðgerðargongdini.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Hvat hendir, tá ið eg havi søkt?

Vit viðgera allar umsóknir um stuttíðarpláss eina ferð um mánaðin. Eru fleiri umsóknir enn tøk pláss, játta vit plássini eftir tørvi, og tá kann vera ein ávís bíðitíð, áðrenn vit fáa játtað tær eitt pláss. At vit játta stuttíðarpláss eftir tørvi merkir, at vit gera eina fakliga meting í hvørjum einstaka føri og játta pláss til teir borgarar, vit meta hava størsta tørvin. Fakliga metingin tekur støði í tínari umsókn. Ivast vit í hesum sambandi, setir ein visitator seg í samband við teg ella tíni avvarðandi fyri at avtala eina heimavitjan.

Játta vit tær eitt stuttíðarpláss, fært tú svar á Vanganum. Hevur tú ikki Vangan, senda vit svarið til tína postadressu.

Hvat kostar eitt pláss á Urd?

Eitt samdøgursgjald verður goldið fyri stutttíðarplássið frá fyrsta degi. Gjaldið fevnir um mat og drekka, røkt og venjing og vask av handklæðum og seingjarklæðum. Tú fært eina rokning, tá títt uppihald er av. 

Gjaldið er ásett sambært galdandi kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. seinast broytt 30. januar 2023. 

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki brúkt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um stuttíðarpláss« í evnisteigin.

Umsókn um stuttíðarpláss

Hvussu kann Urd hjálpa tær?
Tørvsmetan

Ein tørvsmetan er ein skipað kanning av tínari støðu. Fyrstu fýra dagarnar gera vit kanningar og samrøður fyri at fáa greiðu á, hvussu tín støða er, hvørji tíni ynski eru og hvønn tørv tú hevur.

Tá vit hava gjørt kanningar og samrøður, gera vit eina ætlan fyri títt uppihald saman við tær, og ein toghaldari verður settur at syrgja fyri, at øll arbeiða fram ímóti sama máli. Málið, sum vit seta okkum, verður javnan endurmett og tillagað.

Tørvsmetanin kann innihalda:

  • greinan av tínum tørvi á venjing, røkt og umsorgan, búplássi, hjálpartólum og tílíkum
  • røkt og umsorgan i mun til tín tørv og títt førleikastøði
Venjing

Eitt venjingaruppihald kann innihalda:

  • endur- ella viðlíkahaldsvenjing, sum bæði kann fevna um kropsliga, sálarliga og sosiala venjing
  • royna hjálpartól
  • eygleiðing og metan
  • røkt og umsorgan i mun til tørv og førleikastøði

Starvsfólk okkara gera framhaldandi eina tvørfakliga og ítøkiliga endurmetan av tínari venjingargongd.

Umlætting

Umlætting varir sum meginregla í 1-3 vikur. Frávik kunnu tó vera. Umlættingin kann innihalda:

  • avlastan av avvarðandi
  • røkt og umsorgan í mun til tín tørv og títt førleikastøði
  • skapa struktur og samanhang í mun til tín tørv
  • metan um og íverksetan av framhaldandi átøkum
  • royna hjálpartól
  • aktivitetir og venjing
Palliatión

Uppihaldið kann innihalda:

  • linnandi røkt og umsorgan til álvarsliga sjúkar ella doyggjandi borgarar
  • serkøn sjúkrarøktarfaklig átøk
  • royna hjálpartól
Hvussu geri eg aftaná?

Tá tú verður útskrivað av Urd, kunna vit heimatænastuna um, hvussu títt uppihald hevur verið, og hvørji átøk vit hava sett í verk. Heimatænastan ger so av, hvussu tit kunnu fylgja upp og hjálpast um at viðlíkahalda átøkini.

Meta vit, at tú hevur tørv á meira hjálp, enn tá tú komst inn á Urd, skipa vit fyri einari nýggjari tørvskanning í sambandi við tína heimferð.

Harumframt hava vit eitt tætt samstarv við deildarleiðarar og starvsfólk í Heilsuhúsinum. Flytir tú til dømis á bústovn, so tryggja vit okkum, at vitanin fylgir tær, har tú fert.

Praktisk kunning til tín sum kemur í eitt stuttíðarpláss
Hvat inniber eitt uppihald?

Borgarar, ið verða visiteraðir til Urd, eru fólkapensjónistar,  sum í eitt styttri tíðarskeið hava tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið.

Ætlanin er, at borgarar, sum eru á einum stuttíðarplássi, skulu vera virknir og útføra – og stuðlast í at útføra – flestu gerandisuppgávur sjálvi. Tað vil siga, at tú í mest møguligan mun ert virkin í mun til persónliga røkt, at borðreiða, vaska klæðir, reiða songina, gera reint á kamarinum og at luttaka í felags aktivitetum. Talan er sostatt um eitt uppihald, har vit taka støði í tínum tilfeingi og í tí, sum gevur meining fyri teg.

Talan er um eitt tvørfakligt og samanhangandi tilboð, sum skal stuðla undir, at tú fært livað eitt virkið og innihaldsríkt lív. Saman við tær og tínum avvarðandi arbeiða vit fram ímóti, at tú varðveitir og styrkir tínar førleikar, tína heilsu og tína vælveru.

Rehabilitering tekur støði í gerandisvirksemi, skilt á tann hátt, at øll gerandismál eru liður í venjingini, so sum at koma upp úr songini, persónligt reinføri, at lata seg í og úr og at fáa sær at eta. Allir fakbólkar á deplinum taka lut í rehabiliteringini og seta tvørfaklig mál saman við tær.

Endamálið er, at tú hevur ment teg og fingið betri lívsgóðsku, tá tú fert heim aftur. Fyri at náa ásettu málini er tað umráðandi, at tú tekur virknan lut í ætlanini fyri uppihaldinum.

Yvirlit yvir tænastur og hentleikar
Pláss 27
Búfólk 27
Kamar
  • Egið kamar
  • Netsamband
  • Røktarsong
  • Seingjarborð
  • Skáp
  • Egið baðirúm
  • Spísiborð og stólar
  • Lenistólur
  • Sjónvarp
Tænastur
  • Vask av seingjarklæðum
  • Vikulig reingerð
  • Fótarøktari móti gjaldi
  • Hárfríðkan móti gjaldi
Hentleikar
  • Felags djór
  • Sansagarður
  • Venjingarhentleikar
  • Garður, grøn øki og terassa
  • Felagsstova
  • Sansarúm
  • Atgongd til samkomuhøli
Nærindis
  • Frástøða til handil 400 - 500 metrar
  • Frástøða til kirkju 800 - 1000 metrar
  • Frástøða til buss 300 - 500 metrar
Ítriv
  • Brúk av sjálvbodnum
  • Fast vikulig tiltøk
  • Venjing
Umráðandi at vita, tá tú fert á eitt stuttíðarpláss

Niðanfyri kanst tú lesa um, hvat tú skalt minnast til, áðrenn tú byrjar títt uppihald á Urd.

Hvat skal eg hava við mær?

Tá vit hava játtað tær eitt uppihald, senda vit tær ein lista, ið greiðir frá, hvat tú skalt minnast til at hava við tær til uppihaldið.

Hetta skalt tú minnast til at hava við tær:

  • klæðir, ið eru navnamerkt
  • góð útiklæðir
  • úti- og inniskógvar
  • sápu, hársápu og annað, sum tú vanliga nýtur til persónliga røkt
  • hjálpitól, so sum gangistól (rollator), hoyritól, blæur, stomiposar og annað, tær tørvar
  • ein nýggjan og fullfíggjaðan heilivágslista (hann kanst tú fáa frá tínum lækna)
  • heilivág og annað tílíkt til uppihaldið
  • heilivágseskjur, um tú fært annan heilivág, sum ikki er skamtaður á apotekinum
  • protein- og sondukost, um tú vanliga brúkar hetta

Hvør skal hava boð um uppihaldið?

Fært tú aðrar tænastur frá Heilsu- og umsorganartænastuni, er umráðandi at boða Heilsu- og umsorganartænastuni frá, at tú fert á eitt stuttíðarpláss, og at tænasturnar tí skulu halda uppat fyribils. Tænastur, sum fyribils skulu halda uppat, kunnu til dømis fevna um matartænastu, reingerðartænastu, dagtilboð, heimahjálp ella aðrar fastar avtalur.

Somuleiðis er umráðandi at boða frá, tá tú ynskir, at hesar tænastur skulu halda fram aftur.

Kamarið

Á Urd eru tilsamans 27 kømur skipað í tveimum lonum, ið venda norður og eystureftir.

Hvørt kamar er 30 fermetrar til støddar. Inngongdin til kamari er frá felagsgongdini í hvørjari lon. Sjálv hurðin og inngongdspartíið er eyka breitt, soleiðis at gott pláss er fyri rullistólum, seingja- og børuflutningi og flutningi av møblum.

Fyri at skapa góð ljósviðurskifti venda øll búrúm eystureftir og norðureftir út ímóti havinum, og við stórum vindeygapørtum kemur nógv ljós inn, soleiðis at búrúmini verða ljós. Lætt er hjá búfólkunum at fylgja dagsrútmuni. Ert tú seingjarløgst, so hevur tú kortini gott útsýni frá búrúmunum, tí vindeygaparturin byrjar í 45 cm hædd.

Í kamarinum er baðirúm, song, seingjarborð, skáp, spísiborð við tveimum stólum, lenistólur og sjónvarp. Frá kamarinum er eisini útgongd til terassu.

Baðirúmið er rúmligt og liggur beinleiðis inn frá búrúminum gjøgnum eina breiða skjótihurð.

Ein seturstova er til hvørja lon, sum eisini hevur skrivstovu, starvsfólkarúm, skolirúm, vaskirúm og língoymslu. Felagsøkið hevur inngongd, forhøll, ergo- og fysioterapi, matarhøll og køk.

Uttanfyri húsini eru gøtur og sansiøki. Dentur er lagdur á, at útiøkið og bygningurin eru samfeld við terassu við tekju.

Matur og matarskipan

Køkurin tryggjar, at tú fært fjølbroyttan og nøktandi kost. Vit bjóða morgundrekka, døgurða og nátturða. Seinnapartar og kvøld er drekkamuður, og te, kaffi og tílíkt er altíð tøkt í felagsstovuni í lonini.

Avvarðandi kunnu keypa mat á heiminum og eta máltíðina á kamarinum saman við tær. Av praktiskum ávum kunnu bert fýra avvarðandi eta í senn hjá tær. Minst til at bíleggja matin til tíni avvarðandi frammanundan.

Vitjan og gestir

Vit hava ikki fastar vitjanartíðir. Húsið er opið fyri vitjandi meginpartin av degnum og kvøldinum inntil klokkan 22. Tó skal atlit takast fyri hvíld og at summir borgarar hava fastar venjingartíðir. Venjingartíðirnar standa á talvuni inni á kamarinum hjá borgaranum. Best er, at fólk ikki fáa vitjan, meðan venjing er, og meðan máltíðirnar eru. Vit eta døgurða kl. 12-13 og nátturða kl. 18-19.

Høvuðsdyrnar lata upp kl. 6 og lata aftur kl. 00.15.

Ergoterapi

Ergoterapeutur veitir uppvenjing og stuðul í sambandi við ávís brek. Ergoterapeuturin vegleiðir eisini um, hvussu tú kanst nýta hjálpartól fyri at lætta um gerandisdagin. Endamálið er at betra um og viðlíkahalda títt førleikastøði.

Fysioterapi

Tá tú flytir inn, fært tú vitjan av einum fysioterapeuti, sum ger eina meting av, hvussu tú kanst menna títt førleikastøði ella halda tað viðlíka á frægasta hátt.

Tú kanst eisini sleppa upp í liðvenjingar saman við øðrum, um tú hevur hug. Liðvenjingarnar eru tvær ferðir um vikuna í venjingarhølunum. Her venja tit við venjingartólum.

Fysioterapeuturin ger eina venjingarætlan til tín og gevur tær eisini einstaklingavenjing í eitt avmarkað tíðarskeið.

Fysioterapeuturin kann eisini ráðgeva um hjálpartól og flytingar.

Um okkum
Leiðsla

Hannemi á Brúgv er deildarleiðari á Urd. Hannemi hevur drúgvar royndir sum deildarleiðari á Umlættingarheiminum og á Boðanesheiminum.

Fyriskipanarliga er Urd partur av Heilsuhúsinum í Brekkutúni 1 í Hoyvík, har sjúkrarøktarfrøðingar, heimatænastan, ergoterapi, fysioterapi, visitatión og Heilræði húsast. Eisini móttøkan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er í Heilsuhúsinum.

Hvørji fakfólk starvast á Urd?

Á Urd starvast røktarstarvsfólk, tað vil siga sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk.

Harumframt starvast ergoterapeutar, fysioterapeutar, køksatstøðingar, reingerðarfólk og húsavørður á Urd.

Leys størv

Vit kunngera leys størv á Urd á síðuni »Leys størv«.

Leys størv

Faldarar

FALDARI

Vilt tú vita meira um Urd, kanst tú lesa ella prenta faldaran, sum tú finnur her:

Vælkomin í Urd

Bakgrundskunning

Lógin um heimatænastu og eldrarøkt

Urd virkar eftir lógini um heimatænastu og eldrarøkt, sum tú finnur her:

Lógin um heimatænastu og eldrarøkt v.m. (logir.fo)

Heima sum longst

Í 2019 gjørdi Eldraráðið eina kanning av bústaðarviðurskiftunum hjá teimum 60-75 ára gomlu. Kanningin vísti, at flest av okkara eldru ynskja at búgva heima. Samstundis vísa framrokningar, at vit vera lutfallsliga færri til at taka okkum av okkara eldru, og tískil er rehabilitering og fyribyrging umráðandi.

Tú kanst lesa kanningina hjá Eldraráðnum her:

Bústaðarviðurskifti - kanning Gallup Føroyar oktober 2019