Lurta
Til lesiveik

Leysar sølubúðir og hissini søluloyvi

Rekur tú ein pylsuvogn, fiskabil, plantuvogn ella tílíkt, og ynskir tú tær nøkur føst støð at standa og selja tínar vørur? Ella ætlar tú tær bara at selja eitthvørt ein ávísan dag ella í sambandi við eitt tiltak?

Í báðum førum skalt tú søkja bæði kommununa og løgregluna um loyvi at nýta økið.

Afturvendandi søla krevur, at tú søkir tær eitt-ára-loyvi til leysa sølubúð. Skalt tú hinvegin bara selja ávísar dagar, skalt tú søkja um eitt sonevnt hissini søluloyvi. Niðanfyri kanst tú kunna teg um, hvat ávikavist eitt-ára-loyvi og hissini søluloyvi eru, og hvørjar treytirnar eru fyri at fáa loyvini.



Um loyvi til leysar sølubúðir
Hvussu søki eg?

Ynskir tú at søkja um eitt-ára-loyvi til leysa sølubúð, skalt tú senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva "Umsókn um eitt-ára-loyvi til leysa sølubúð" í evnisteigin.

Tín umsókn skal í minsta lagi hava hesar upplýsingar:

  • Navn, føðingardag, bústað og telefonnummar
  • Mynd og mát av vogninum
  • Upplýsingar um, hvat tú ætlar tær at matgera ella selja
Søluplássini og reglurnar

Aftast í reglugerðini fyri leysar sølubúðir og hissini søluloyvir sært tú, hvar møguligu søluplássini eru í býnum.

Reglugerð fyri leysar sølubúðir og hissini søluloyvi

Um hissini søluloyvi
Hvussu søki eg?

Tú kanst søkja um hissini søluloyvi her:

Søk um hissini søluloyvi á kommunalum øki

Søluplássini og reglurnar

Aftast í reglugerðini fyri leysar sølubúðir og hissini søluloyvir sært tú, hvar møguligu søluplássini eru í býnum.

Reglugerð fyri leysar sølubúðir og hissini søluloyvi

Bakgrundskunning

Allar viðkomandi reglugerðir og lógir skulu inn í faktaboksina:

Reglugerð fyri leysar sølubúðir og hissini søluloyvi