Lurta
Til lesiveik

Loyvi til útiborðreiðing á kommunalum øki

Tórshavn skal vera ein livandi býur við einum stórum úrvali av tilboðum til borgarar og vitjandi í kommununi. Í kommununi vilja vit tískil gera alt, vit eru ment, fyri at økja møguleikarnar og hentleikarnar hjá borgarum, vinnuni og hjá vitjandi í býnum. Ein av møguleikunum hjá matstovum, kaffistovum og tílíkum er at borðreiða uttandura fram við húsavegginum.

Søk um loyvi til útiborðreiðing

Ætlar tú tær at borðreiða uttandura fyri tínum viðskiftafólkum ella skipa fyri líknandi virksemi á gongubreyt ella torgi, skalt tú fyrst søkja um loyvi frá kommununi. Eisini fútin skal geva loyvi sambært politiviðtøkuni fyri Tórshavn. Ganga vit tíni umsókn á møti, gera vit sáttmála við teg um leigu av lendi til útiborðreiðing fyri eitt ár í senn.

Á hesi síðuni kanst tú kunna teg um, hvussu tú søkir, og hvørjar treytir vit áseta fyri útiborðreiðing.



Endurnýggjan av loyvi

Títt loyvi til útiborðreiðing skal endurnýggjast á hvørjum ári. Minst eisini til at lesa og fylgja reglugerðini um útiborðreiðing, sum tú finnur her:

Reglugerð fyri útiborðreiðing í Tórshavnar kommunu

Loyvi til útiborðreiðing – soleiðis gert tú
Søk í góðari tíð

Summar umsóknir bera við sær, at vit mugu viðgera umsóknina í einari nevnd. Syrg tískil fyri at søkja um loyvi í góðari tíð.

Eg ætli mær at skeinkja rúsdrekka uttandura

Vilt tú skeinkja rúsdrekka uttandura, skalt tú hava skeinkiloyvi frá Loyvisnevndini. Tú kanst kunna teg nærri við at venda tær til Loyvisnevndina umvegis teldupost á loyvisnevndin@rusan.fo ella við at ringja á tel. 34 04 00. Loyvisnevndin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15 og fríggjadag kl. 8 – 14.

Eg ætli mær at gera mat uttandura

Ætlar tú tær at gera mat uttandura, skalt tú hava neyðugu løggildingina frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til viðgerð av mati til endabrúkaran.

Tú finnur nærri kunning um løggildingina, og hvussu tú søkir hana, í umsóknarskjalinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Umsókn um løggilding ella skráseting (hfs.fo)

Heilsufrøðiliga Starvsstovan (hfs.fo)

Spurningar og svar um útiborðreðing
Hvør kann fáa loyvi til útiborðreiðing?

Reglurnar um útiborðreiðing fevna um virksemi hjá matstøðum; tað vil siga matstovum, kaffistovum og tílíkum í Tórshavnar kommunu.

Hvørji tíðarskeið kann eg borðreiða úti?

Fært tú loyvi, kanst tú borðreiða úti alt árið. Minst kortini til at halda upp- og afturlatingartíðirnar.

Nær kann eg hava opið?

Tú kanst hava opið hesar tíðir á degnum:

  • Mánadag til hósdag kl. 8 – 23
  • Fríggjadag og leygardag kl. 8 – 24
  • Sunnudag og halgidagar kl. 16 – 23
Ber til at hava longri opið?

Ætlar tú tær at hava longri opið til eitt serstakt høvi, skalt tú søkja kommununa um loyvi. Í tílíkum føri skalt tú senda ein fyrispurning til torshavn@torshavn.fo.

Hvussu nógv kostar tað at leiga eitt kommunalt øki til útiborðreiðing?

Tú rindar eitt nýtslugjald, sum í løtuni er sett til 200 kr. fyri hvønn fermetur. Fíggjarnevndin í Tórshavnar kommunu ásetur leigugjaldið. Elvir tiltakið til útreiðslur fyri kommununa, kunnu vit krevja, at tú skalt endurgjalda útreiðslurnar.

Bakgrundskunning

Reglugerðin fyri útiborðreiðing:

Reglugerð fyri útiborðreiðing í Tórshavnar kommunu

 

Løgregluviðtøkan fyri Tórshavn:

Løgregluviðtøkan fyri Tórshavn (logir.fo)