Lurta
Til lesiveik

Søk um byggiloyvi til vinnuliga bygging

Á hesi síðuni hava vit savna kunning til tín, sum gongur við ætlanum um at fara undir vinnuliga bygging í Tórshavnar kommunu.

Í leititeiginum niðanfyri kanst tú fáa ymiskar upplýsingar fram um títt grundstykki, til dømis byggisamtyktir, friðingarviðurskifti og annað.

Skriva tín bústað og húsanummar í leititeigin.

Minst eisini til at kanna, hvørjar ásetingar eru at finna í skeytinum. Skalt tú hava avrit av tinglisnum byrðum ella eina tingbókaváttan, skalt tú venda tær til Tinglýsingina á Umhvørvisstovuni.



Umhugsar tú at byggja ella umbyggja vinnubygning?
Hvat skal eg gera fyrst?

Kanna tíni viðurskifti, millum annað, hvat er galdandi fyri títt grundstykki. Hetta kanst tú gera við at nýta leititeigin omanfyri og við at kanna ásetingar í skeytinum.

Finn ein skikkaðan ráðgeva til at gera verkætlanina fyri teg.

Bið Byggi- og umhvørvisdeildina um ein forfund. Ein forfundur er ein innleiðandi samrøða. Gjøgnum samrøðuna fáa vit greiðu á, hvat ber til á tínum grundstykki, hvat ikki ber til, og hvørjar reglur eru galdandi. Vit avtala eisini tíðarætlanina fyri byggimálsviðgerðina.

Forfundur

Nær skal at søkja mær byggiloyvi?

Tú skalt vera greið yvir, at tað eru ikki bara nýggj vinnubygging og uppíbygging, sum krevja byggiloyvi. Broytist nýtslan av bygninginum, ella gert tú ávísar umbyggingar innandura, skalt tú eisini søkja um byggiloyvi.

Her sært tú, hvørjar byggingar krevja loyvi:

  • Nýbygging ­– krevur loyvi
  • Uppíbyggingar – krevur loyvi
  • Umbygging – krevur loyvi
  • Broyting av virksemi – krevur loyvi
  • Antennur – krevja loyvi. Hetta er tó bert galdandi fyri størri antennur, til dømis ein metur í tvørmáti fyri skálir. Byggimyndugleikin ger eina meting í hvørjum einstakum føri um, hvørt byggiloyvi krevst
  • Brunnar – krevja loyvi. Hetta er tó aloftast partur av eini verkætlan
  • Vindmyllur – krevja vanligt byggiloyvi
  • Fjós – krevur loyvi
  • Skelti – byggimyndugleikin ger eina meting. Tú skalt venda tær til Byggi- og umhvørvisdeildina í Tórshavnar kommunu
  • Niðurtøka av vinnuligum bygningi – til niðurtøku av bygningum størri enn 50 fermetrar krevst loyvi

Tú kanst søkja um loyvi á okkara síðum um bygging.

Bygging

Hvørji onnur loyvi kunnu vera kravd?

Í samband við vinnuligt virksemi kann vera neyðugt við øðrum loyvum, til dømis:

  • Matstovu-, dansi- og skeinkiloyvi í samband við matstovur og tílíkt
  • Løggildingar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í samband við størri køkar
  • Loyvi frá Umhvørvisstovuni í samband við virki, sum eru serliga dálkandi
Krevst serligt loyvi til at byggja í búnaðarøki?

Ja, hetta krevur loyvi sum vanlig bygging. Av tí at búnaðarøkini oftast liggja í sonevnda fjórða grundøki í almennu byggisamtyktini, kanst tú í flestu førum bert byggja til landbúnaðarendamál sum fjós og tílíkt.

Hvussu søki eg um byggiloyvi?

Tú søkir sum vanligt á okkara síðum um bygging. Tær finnur tú her:

Bygging