Lurta
Til lesiveik

Søk um hýruvognsloyvi

Fyri at reka vinnuligan fólkaflutning við motorakfari skalt tú hava loyvi frá kommununi. Á hesi síðuni kanst tú søkja hýruvognsloyvi og lesa um, hvussu tú søkir, og hvørjar treytirnar eru.

Søk um hýruvognsloyvi


Tú kanst søkja um loyvi, tá kommunan lýsir við einum tøkum loyvi. Loyvini verða givin fyri fimm ára tíðarskeið í senn.

EITT hýruvognsloyvi leysT at søkja 

Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja í løtuni. Loyvið er knýtt at bilstøðini BIL.

Tú søkir um loyvi við at nýta grøna knøttin omanfyri, fylla skjalið út og senda tað til torshavn@torshavn.fo

Umsóknin skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. mars 2021. Niðanfyri kanst tú lesa meira um, hvørjar reglur eru galdandi, og hvussu tú søkir.


Soleiðis søkir tú
Hvussu geri eg?

Nýt knøttin omanfyri og fyll umsóknarblaðið út. Hetta kanst tú gera á telduni. Umsóknarblaðið skalt tú senda í telduposti til torshavn@torshavn.fo.

Tá vit hava móttikið tína umsókn, fært tú eina kvittan við telduposti, sum váttar, at umsóknin er send kommununi.

Hvørji skjalprógv skal eg leggja við umsóknini?

Tú skalt viðfesta avrit av reinari revsiváttan og avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring.

Hvør kann søkja?

Bara einstaklingar kunnu søkja. Harafturat eru hesar treytir:  

  • Tú kanst bara fáa eitt loyvi, sum umfatar ein hýruvogn
  • Loyvið er persónligt og kann ikki seljast ella latast øðrum
  • Tú kanst bara fáa hýruvognsloyvi, um tú hevur váttan fyri, at tú fert at koyra frá einari hýruvognsstøð. Hetta merkir eisini, at gevst tú at koyra frá hýruvognsstøð, verður loyvið tikið aftur

Tú kanst lesa meira um treytirnar í reglugerðini fyri hýruvognsstøðir og í hýruvognsreglugerðini fyri Tórshavnar kommunu.

Reglugerðin fyri hýruvognsstøðir í Tórshavnar kommunu

Hýruvognsreglugerðin fyri Tórshavnar kommunu

Nær kann eg søkja?

Tú kanst søkja, tá kommunan hevur lýst við einum tøkum loyvi. Býráðið ásetur talið av loyvum í kommununi.

Hvør viðger mína umsókn?

Umsitingin og Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu viðgera tína umsókn. Sum partur av okkara viðgerð, biðja vit um ummæli frá Auto og Bil, áðrenn vit lata loyvið. Vinnunevndin í Tórshavnar kommmunu tekur endaligu avgerðina.

Nær fái eg boð?

Tú fært boð frá kommununi eftir fundin í Vinnunevndini.

Hvussu leingi varir loyvið?

Loyvið verður givið fyri fimm ár í senn.

Kann eg endurnýggja mítt loyvi?

Ja, men málið skal leggjast fyri Vinnunevndina. Hvørt tú kanst endurnýggjað loyvið er treytað av, at tú sum loyvishavari ikki grovt ella ofta hevur brotið tínar skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í loyvinum.

Nær skal eg endurnýggja loyvið?

Tú skalt søkja um endurnýggjan av loyvinum, áðrenn fimm ára loyvistíðarskeiðið er lokið.