Lurta
Til lesiveik

Søk um loyvi til at seta tilfar á kommunalan veg

Skalt tú nýta kommunalt vegaøki til at seta bingju, hjólskúr, byggipall ella tílíkt upp, skalt tú hava loyvi frá Tórshavnar kommunu.

Søk um loyvi til at seta tilfar á kommunalan veg

Hevur tú tørv á einari bingju til burturkast ella tílíkt, skalt tú í flestu førum seta teg í samband við ein lastbilaførara. Kortini skalt tú altíð seta teg í samband við kommununa, sum er vegamyndugleiki, og við løgregluna, sum er ferðslumyndugleiki. Syrg fyri at spyrja kommununa og løgregluna um loyvi í góðari tíð.

Við atliti at ferðslutrygdini eigur tú at seta bingjuna á egnari ogn.

Á ferðsluvegi geva vit bara í heilt serligum føri loyvir til at seta bingjur, hjólvognar, byggipallar og tílíkt upp. Á stóru ferðsluvegunum geva vit ikki loyvi.



Soleiðis søkir tú
Hvussu geri eg?

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á knøttin omanfyri og fyll skjalið út. Hetta kanst tú gera á telduni
  • Minst til at greiða frá tínari skeltingarætlan í skjalinum. Hetta gert tú undir teiginum "skitsa"
  • Send skjalið við undirskrift í teldupost til torshavn@torshavn.fo

Vit senda skjalið víðari til viðkomandi myndugleikar.