Lurta
Til lesiveik

Søk um loyvi til stórt tiltak á kommunalum øki

Umhugsar tú at skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa og løgregluna um loyvi. Tað er av stórum týdningi, at tú byrjar samskiftið við løgregluna og kommununa í góðari tíð, tí báðir myndugleikar mugu hava tíð at kanna viðurskiftini og viðgera tína umsókn.

  • Tín umsókn skal latast inn í seinasta lagi 14 vikur, áðrenn tiltakið eftir ætlan skal vera

Á hesi síðuni kanst tú søkja um loyvi og kunna teg um mannagongdina at søkja.

Søk kommununa um loyvi til stórt tiltak

Søk løgregluna um loyvi til stórt tiltak (politi.fo)

Í kommununi loyva vit í flestu førum almennum og privatum tiltøkum, sum hava almennan áhuga og eru opin fyri øllum borgarum. Hinvegin geva vit ikki loyvi til privatar veitslur og tiltøk sum brúdleyp, virkisveitslur og tílíkt.

Ynskir tú at læna eitt øki í kommununi, sum Tórshavnar kommuna ikki eigur, skalt tú venda tær til løgregluna um loyvi til tiltakið. Eisini skalt tú venda tær til avvarðandi lendiseigara fyri at fáa loyvi at nýta økið.



Mannagongd fyri umsóknir um loyvi til stór tiltøk
Tú sendir kommununi og møguligum lendiseigara skrivliga umsókn

Tú søkir um skrivligt loyvi frá kommununi og møguligum lendiseigara til at ráða yvir vegnum ella økinum. Nýt umsóknarknøttin omanfyri. Fyll skjalið út og send tað í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skrivav "Umsókn um stórt tiltak á kommunalum øki" í evnisteigin í teldupostinum.

Framleiðsla av tilfari til umsókn

Tá tú hevur fingið skrivligt loyvi frá kommununi og møguligum lendiseigarum, skalt tú fylgja listanum yvir kravd fylgiskjøl til umsóknina. Listan finnur tú í umsóknarblaðnum hjá løgregluni.

Tú skalt millum annað framleiða:

  • Fullfíggjaðar lýsingar av samlaða tiltakinum og einstøkum tiltøkum
  • Kort ella tekningar yvir økini
  • Ætlan fyri ferðsluna og parkeringsviðurskifti
  • Trygdarætlan
  • Yvirlit yvir ábyrgdarfunktiónir við sambandsupplýsinum

Kunna teg nærri í umsóknarblaðnum á heimasíðuni hjá løgregluni.

Umsókn um loyvi til tiltak (politi.fo)

Tú sendir løgregluni tína umsókn

Løgreglan fær tína umsókn í seinasta lagi 14 vikur, áðrenn tiltakið skal byrja. Lýkur tín umsókn treytirnar, skrásetur løgreglan umsóknina innan eina viku frá móttøkudegnum og kunnar teg um, hvat síðan fer fram í málinum.

Løgreglan sendir umsóknina til hoyringar hjá viðkomandi myndugleikum

Innan eina viku eftir skrásetingardagin hjá løgregluni sendir løgreglan tína umsókn víðari til kunningar og hoyringar hjá viðkomandi myndugleikum.

Tú fært boð frá løgregluni um møgulig manglandi viðurskifti

Tá løgreglan hevur fingið svar frá myndugleikunum, boðar løgreglan tær frá møguligum vantandi viðurskiftum ella øðrum, sum tú mást fáa í rættlag, áðrenn loyvið kann gevast.

Løgreglan útskrivar loyvið

Tá tú hevur rættað møgulig manglandi viðurskifti, og tín umsókn lýkur krøvini, skrivar løgreglan loyvið út.

Hent at vita, tá tú skipar fyri stórum tiltaki
Tú kanst søkja mentanarstuðul til ávís tiltøk

Tórshavnar kommuna kann lata mentanarstuðul til verkætlanir, tiltøk og átøk, ið fevna um mentanarligt virksemi. Kunna teg nærri um tínar møguleikar á okkara síðu um mentanarstuðul. Her finnur tú eisini umsóknarblaðið, sum tú kanst brúka, um tú lykur krøvini.

Mentanarstuðul

Skalt tú leiga høli frá kommununi?

Kommunan ræður yvir fleiri høli, sum tú kanst leiga, og sum hóska til ymisk endamál.

Kunna teg nærri á okkara síðu um leigu av kommunalum hølum ella vitja heimasíðuna hjá Tórsgøtu, sum umsitur hølini.

Læn ella leiga høli til mentanarligt endamál

Tórsgøta – høli (torsgota.fo)

Hevur tú tørv á at seta bannarar upp?

Tú hevur møguleika fyri at seta bannarar upp í Tórsgøtu, R.C. Effersøes gøtu og Bøkjarabrekku, um tú vilt lýsa við tiltakinum. Fyri at fáa hetta upp í lag, skalt tú senda ein fyrispurning til Teknisku deild í Tórshavnar kommunu í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva "Fyrispurningur um at seta bannara upp" í evnisteigin.

Tórshavnar Sløkkilið setur bannararnar upp, og kommunan krevur eitt gjald fyri tænastuna.

Loyvi til hissini skeinking

Ætlar tú tær at skeinkja rúsdrekka til tiltakið, skalt tú søkja Loyvisnevndina um eitt hissini skeinkiloyvi. Tú kanst kunna teg nærri um mannagongdina í matstovulógini og á heimasíðuni hjá Loyvisnevndini.

Lógin um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (logir.fo)

Hissini skeinkiloyvi – Loyvisnevndin (loyvisnevndin.fo)

Hissini søluloyvi og uppsetan av básum

Vilt tú selja vørur á kommunalum øki í sambandi við tiltakið, til dømis selja mat úr bási, skalt tú fyrst søkja kommununa um hissini søluloyvi. Somuleiðis skalt tú fylgja reglunum í matvørulógini.

Kunna teg nærri á okkara síðu um leysar sølubúðir og hissini søluloyvi.

Leysar sølubúðir og hissini søluloyvi

Byggiloyvi til pallar og tjøld

Ætlar tú tær at seta pall ella tjald upp á kommunalum øki, skalt tú altíð boða kommununi frá frammanundan. Í summum førum skalt tú hava bæði søluloyvi og byggiloyvi.

Er talan um smærri pallar ella tjøld, til dømis tombola- ella skjótitjøld, tørvar tær í summum førum ikki byggiloyvi, men størri pallar og tjøld mugu lúka ávís krøv fyri at vera trygg.

Í hvørjum einstøkum føri ger Byggi- og umhvørvisdeildin eina meting um, hvørt byggiloyvi krevst. Er neyðugt við byggiloyvi, merkir hetta, at Byggideildin skal kanna, um innrættingin er forsvarlig við fyriliti fyri fólkatrygdini, áðrenn tú tekur tjaldið ella pallin í nýtslu.

Skriva eina stutta lýsing av tínari ætlan og send hana í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva "Loyvi til pall ella tjald" í evnisteigin.

Vatnveiting, leiga av skeltum, avsperring, reinhald og annað

Tekniska fyrisitingin í kommununi ræður yvir ymiskar hentleikar, sum tú kanst leiga, millum annað:

  • Flaggstein við fløggum
  • Skrellispannir
  • Pissitorn
  • Beinkir og borð

Vit veita eisini ymiskar tænastur, millum annað:

  • Vatnveiting
  • Reinhald
  • Skelting og avsperring av vegi ella øki
  • Møguliga umlegging av bussleiðum

Send tín fyrispurning til Teknisku deild í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at stíla teldupostin til Teknisku deild og skriva "Fyrispurningur um útgerð til tiltak" í evnisteigin.

Sløkkiútgerð frá Tórshavnar Sløkkiliði

Tú kanst leiga eldsløkkjarar og aðra sløkkiútgerð frá Tórshavnar Sløkkiliði. Send tín fyrispurning í telduposti til brand@torshavn.fo ella ring á tel. 30 21 00.

Íbinding í el-skáp hjá kommununi

Skalt tú brúka streym til tiltakið, skalt tú søkja um íbinding við at senda ein teldupost til Vatn- og ljósdeildina í Tórshavnar kommunu. Send teldupostin til torshavn@torshavn.fo.

Ruskburturbeining

Tørvar tær hjálp at beina rusk burtur, kanst tú gera avtalu við Brennistøðina. Ring á tel. 30 20 40.