Lurta
Til lesiveik

Søk um loyvi til tiltak á kommunalum øki

Skalt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki, til dømis rennikapping, loppumarknaði, útimøti ella drive-in-biografi, skalt tú søkja løgregluna um loyvi. Tað gert tú á heimasíðuni hjá løgregluni undir "Hissiniloyvi".

Krevur tiltakið eisini loyvi frá kommununi, sendir løgreglan tína umsókn til kommununa. Løgreglan skrivar endaliga loyvið út sambært politiviðtøkuni. Gev gætur, at umsóknin skal vera løgregluni í hendi í seinasta lagi 14 dagar, áðrenn tiltakið skal byrja.

Søk løgregluna um hissiniloyvi (politi.fo)

Í kommununi loyva vit sum oftast tiltøkum, sum hava almennan áhuga og eru opin fyri øllum borgarum. Hinvegin geva vit ikki loyvi til privatar veitslur og tiltøk sum brúdleyp, virkisveitslur og tílíkt.

Ynskir tú at læna eitt øki í kommununi, sum Tórshavnar kommuna ikki eigur, skalt tú venda tær til løgregluna um loyvi til tiltakið. Eisini skalt tú venda tær til avvarðandi lendiseigara fyri at fáa loyvi at nýta økið.



Loyvi til stórt tiltak

Skalt tú søkja um loyvi til stórt tiltak, kanst tú kunna teg nærri á okkara síðu um stór tiltøk.

Søk um loyvi til stórt tiltak á kommunalum øki