Lurta

Hugskotið

Nýskapanarhúsið Hugskotið varð sett á stovn í 2014. Hugskotið hevur til endamáls at stimbra menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívi í kommununi við at veita íverksetum góðar karmar, ið hava rúm fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Í Hugskotinum verður eggjað til at virka og deila vitan. Vit arbeiða miðvíst fyri at veita íverksetum og fyritøkum holla og viðkomandi ráðgeving.

Eisini leggur Hugskotið seg eftir at styrkja um nýhugsan og íverksetan í kommununi við at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Hetta verður eisini gjørt í tøttum samstarvi við aðrar aktørar innan nýhugsan og íverksetan.

Ráðgevingin hjá Hugskotinum er ókeypis og fer fram í hølunum hjá Hugskotinum í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju. Rúm er fyri 40 íverksetarum. Hugskotið hevur eisini felagsskrivstovur, fundarhøli, køk og aðrar hentleikar.

Tú kanst lesa meira um Hugskotið á heimasíðuni hjá Hugskotinum.

Heimasíðan hjá Hugskotinum (hugskotid.fo)



Hentleikar og tilboð í Hugskotinum
Ráðgeving

Høvuðsvirksemið hjá Hugskotinum er at veita ráðgeving til íverksetar og fyritøkur. Tænastan er ókeypis og altíð í trúnaði.

Hugskotið nýtir millum annað »Vakstrarhjólið« og »Business Modell Canvas« sum amboð í ráðgevingini.

Vakstrarhjólið er eitt professionelt góðkent amboð til íverksetan og menning. Hugskotið er góðkent at nýta amboðið. Við at nýta Vakstrarhjólið kunnu vit í Hugskotinum á einfaldan hátt hjálpa at nágreina, hvørjar avbjóðingar og møguleikar fyri menning eru til staðar.

Business Model Canvas er eitt altjóða viðurkent amboð til íverksetan og menning av fyritøkum. Hugskotið er góðkent at nýta Business Model Canvas.

Les meira um ráðgevingina hjá Hugskotinum við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Ráðgevingin í Hugskotinum (hugskotid.fo)

Innivist

Hugskotið veitir íverksetarum innivist. Fyri ein sámiligan kostnað fáa íverksetarar atgongd til eitt kveikjandi arbeiðsumhvørvi við øllum vanligum skrivstovuhentleikum, netverk við aðrar íverksetarar og viðkomandi sparring við starvsfólk og mentornetverkið hjá okkum.

Tú kanst søkja um innivist her:

Søk um innivist (hugskotid.fo)

Mentornetverkið

Hugskotið hevur stovnað eina mentorskipan, sum hevur sum endamál at vegleiða.

Mentorskipanin er samansett av fleiri ymiskum fakligum profilum, sum øll brenna fyri íverksetan og hava játtað at deila sína vitan og sítt netverk við nýggjar íverksetar og íverksetarafyritøkur.

Les meira um mentorskipanina, og hvør er í netverkinum við at fylgja slóðini niðanfyri.

Mentorskipanin hjá Hugskotinum (hugskotid.fo)