Lurta
Til lesiveik

Søk um vinnugrundstykki

Stórur áhugi er fyri vinnugrundstykkjum í Tórshavnar kommunu. Tí stykkjar kommunan viðhvørt út nýggj vinnustykki, sum virkir kunnu keypa frá kommununi. Tá ið vinnustykki eru tøk at søkja, sært tú tað á hesari síðuni, og vit lýsa eisini á heimasíðuni annars.

Søk um vinnugrundstykki


Ein av treytunum fyri at søkja er, at tú fert undir at byggja á tillutaða stykkinum innan eitt ár eftir, at fyribilsskeytið er undirskrivað, matrikkuleringin framd ella byggibúningin liðug. 



Vinnugrundstykki
Tøk vinnugrundstykki í løtuni

Einki vinnugrundstykki er tøkt at søkja í løtuni

Hvussu sleppi eg á bíðilistan?

Fyri at koma á bíðilista til vinnugrundstykki, skalt tú fylla út umsóknarblaðið omanfyri og senda tað sum teldubræv til Snarskivuna á torshavn@torshavn.fo. Tín umsókn verður flokkað eftir tí virksemi, sum er lýst at vera á vinnuøkinum. 

Umsóknirnar verða raðfestar eftir umsóknardegi, sum er tann dagurin, umsóknin er Snarskivuni í hendi.  

Mannagongd og treytir
Kann eg skráseta meg til fleiri vinnugrundstykkir?

Ja. Tú skalt tó lata umsókn inn fyri hvørt vinnugrundstykki sær.

Tá tú fært tillutað vinnugrundstykki

Fært tú tillutað vinnugrundstykki, sendir kommunan tær eitt nýtt spurnarblað, sum tú skalt svara og senda kommununi aftur. Spurnarskjalið skal geva eina neyva lýsing av teknisku viðurskiftunum, sum fara at vera á vinnuøkinum.

Reglur fyri virksemi á vinnugrundstykkjum

Ynskir tú at hava virksemi á vinnugrundstykkinum, áðrenn tú byggir á stykkinum, skalt tú fyrst søkja kommununa um loyvi. 

Ætlar tú at broyta virksemið á vinnugrundstykkinum, skalt tú eisini fyrst søkja kommununa um loyvi.

Bingjur, ið standa longur enn 6 mánaðir á vinnugrundstykkjum, skulu hava byggiloyvi.

Útleigan av óbygdum vinnugrundstykki

Ætlar tú tær at leiga eitt óbygt vinnugrundstykki út til onnur, skal virksemið, sum leigarin fer at hava á vinnugrundstykkinum, góðkennast av Tórshavnar kommunu.

Víðarisøla av óbygdum vinnugrundstykki

Tað er ikki loyvt at víðariselja óbygd vinnugrundstykki.

Søla av ábygdum vinnugrundstykki

Treytirnar, ið eru tinglisnar og settar í skeytið, eru galdandi fyri nýggja eigaran av stykkinum.

Goymsla og fyribilsgoymsla

Leggur tú tilfar á vinnugrundstykkið, so uttanumøkið má metast sum fyribilsgoymsla, skal økið til fyribilsgoymslu merkjast og skýlast. Talan má ikki vera um goymslu, sum kemur undir kap. 5 í umhvørvisverndarlógini, uttan at neyðug goðkenning er fingin til vaga. 

Lógin um umhvørvisvernd

Vinnugrundstykki skulu vera ruddilig

Vinnugrundstykki skulu vera so rein og ruddilig sum gjørligt. Tað merkir millum annað, at vit ikki loyva, at vinnugrundstykki verða nýtt uttan fyrilit. Lógin um umhvørvisvernd og kunngerðin um umhvørvisreglur og burturkast hava ásetingar hesum viðvíkjandi, sum tað er tín ábyrgd sum eigari at seta teg inn í og fylgja.  

Bakgrundskunning

Sum eigari ella leigari av vinnugrundstykki skalt tú halda galdandi lógir og reglur. Tú skalt millum annað seta teg inn í lógina um umhvørvisvernd, kunngerðina um umhvørvisreglur og kunngerðina um burturkast.

Lógin um umhvørvisvernd

Lógina um umhvørvisvernd finnur tú her: Lógin um umhvørvisvernd (logir.fo) 

Her skalt tú serliga hava í huga § 26. stk. 1:

»Fyritøkur, virki ella útbúnaðir, ið eru at finna í fylgiskjalinum til lógina, mugu ikki verða gjørd ella farin undir, fyrr enn góðkenning er givin til slíkt. Nevndu fyritøkur, virki ella útbúnaðir mugu ikki víðkast ella broytast byggifrøðiliga ella rakstrarliga á ein hátt, ið nertir við dálkingarviðurskifti virkisins, fyrr enn víðkanin ella broytingin er góðkend«

Kunngerð um umhvørvisreglur

Kunngerðina finnur tú her: Kunngerð um umhvørvisreglur (logir.fo) 

Her skalt tú serliga hava § 1 stk. 1 í huga:

»Ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast. Bý- ella bygda(r)ráðið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein, meðan avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein«

 

Kunngerð um burturkast

Kunngerðina finnur tú her: Kunngerð um burturkast (logir.fo)

Her skalt tú serliga hava § 10 og 11 í huga: 

»Tað áliggur øllum at nýta innsavningarskipanirnar hjá kommunustýrinum ella tann avhendingar-møguleika, ið kommunustýrið vísir á. Tað er ikki loyvt at tveita ella lata burturkast, harundir ónýtilig akfør, skipsvrøk, fiskaslógv, havhestafjøður, v.m., liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðrastaðni«

»Burturkast skal avhendast regluliga fyri at fyribyrgja uppsavnan á staðnum. Kommunustýrið skal um neyðugt geva boð um, hvussu reglulig avhendingin skal vera«

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn
Les um Snarskivuna


torshavn@torshavn.fo 
30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15