Lurta

Tórshavnar havn

Tórshavnar havn umsitur havnaløgini í Tórshavnar kommunu. Hetta fevnir um alt frá farmahavnini í Tórshavn til bátaplássini í bygdunum í Tórshavnar kommunu. Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons fara um bryggjukantin.

Les meira um Tórshavnar havn á heimasíðuni hjá Tórshavnar havn.

Tórshavnar havn (portoftorshavn.com)



Havnirnar

Virksemið á havnaøkjunum í kommununi fevnir um alt, sum hevur við sjóvinnuna at gera.

Sjóvinnan fevnir millum annað um farma- og ferðafólkaflutning bæði innanlands og uttanlands, upp- og avskipan, umvælingar, proviantering og bunkring.

Umskipan

Hvørt ár nýta nógv útlendsk skip Nólsoyarfjørð, Kollafjørð og Sund sum umskipingarhavn.

Í Kollafirði verður frystur fiskur lagdur á goymslu til víðari flutning. Hesi skip fáa umvælingar gjørdar í landi, og tey proviantera og skifta manning.

Bátapláss

Tórshavnar havn umsitur eisini bátahyljarnar í kommununi.

Les meira um bátapláss á síðuni hjá Tórshavnar havn. Har finnur tú eisini umsóknarblað til bátapláss.

Bátapláss (portoftorshavn.fo)

Tórshavnar Havn
Tórshavnar Havn

Eystara bryggja
100 Tórshavn

Tel. 31 17 62
port@torshavn.fo

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15