Lurta

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

Í kommununi gera vit framhaldandi veg- og grevstrararbeiði. Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um, hvørji verklagsarbeiði eru í gongd ella ávegis. Her sært tú eisini ferðsluavmarkingar í sambandi við til til dømis tiltøk og hátíðarhald.

Dagført 27. mars 2024

Finn vegarbeiði á korti

Á kortinum niðanfyri sært tú øll graviloyvini, sum eru latin í løtuni. Graviloyvini, ið eru frámerkt við reyðum, eru loyvi, har arbeiðið er farið í gongd. Eitt gult graviloyvi merkir hinvegin, at arbeiðið ikki er byrjað. Trýstir tú á einstaka graviloyvið, fært tú nærri upplýsingar um arbeiðið á staðnum. Á kortinum ber eisini til at tendra fyri lag og síggja, hvørji graviloyvi eru givin seinasta árið frá í dag at rokna. 

 

Vís kort í fullari stødd



Yvirlit yvir veg- og grevstrararbeiði í gerð
25. mars 2024 til 27. mars 2024: Montering av gøtulyktum við Eysturskúlan

Í sambandi við montering av lampum niður í gonguteigar við Eysturskúlan, verður vegamótið Skúlavegur/Tórgarðsgøta stongt í páskavikuni frá mánadegnum 25. mars 2024 til og við mikudagin 27. mars 2024. Í hesum tíðarskeiðnum ber til at koyra frá Djóna í Geil gøtu til ovara part av Tórgarðsgøtu.

Leið 2 hjá Bussleiðini verður umløgd í nevnda tíðarskeiðnum frá mánamorgunin 25. mars til og við mikudagin 27. mars. Í hesum tíðarskeiði koyrir leið 2 hvørki eftir Jónas Broncks gøtu, Yviri við Strond, Tórgarðsgøtu ella Skúlagøtu. Leiðin koyrir í staðin fyri eftir R. C. Effersøesgøtu, Gripsvegnum, Stoffálág og víðari eftir ferðaætlanini.

 

27. februar 2024 til 20. juli 2024: Avgrevstur á ríðibreytini í sambandi við vegagerð

Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av. Arbeiðið byrjar 27. februar 2024. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Reetableringin er væntandi liðug 20. juli 2024.

Fólk, ið ynskja at ganga ella renna á rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.

27. september 2023 til 6. mai 2024: Arbeiði í Tórsgøtu

Kommunan fór 27. september 2023 undir at dagføra Posthúskjallaran í Tórsgøtu. Arbeiðið varir til 6. mai 2024 og kemur viðhvørt at ávirka ferðsluna í Tórsgøtu, meðan bygt verður. Millum annað verða parkeringspláss og øki framvið posthúskjallaranum stongd, tá tað er neyðugt.

13. november 2023 og fram: Broytt parkeringsviðurskifti á Per Mohrs vegi

Frá 13. november 2023 eru parkeringsmøguleikarnir á Per Mohrs vegi og við Býlingshúsið vesturi á Flat broyttir.

Parkeringsøkini og galdandi tíðaravmarkingarnar sært tú á parkeringskortinum hjá Tórshavnar kommunu:

Frá 9. februar 2023: Ferðsluteljingar í Tórsgøtu

Hósdagin 9. februar 2023 byrjaði kommunan at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássinum við Tórsgøtu.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.

Frá 23. januar 2023: Parkeringsforboð í norðara parti av ítróttarøkinum í Gundadali

Fyri at tryggja at tað altíð er gjørligt hjá neyðsendarbilum at sleppa framat, er parkeringsforboð lýst fyri norðara part av ítróttarøkinum í Gundadali.

Tað vil siga, at tað bert er loyvt at parkera á merktum parkeringsbásum innanfyri økið á myndini.

Frá 5. januar 2023: Ferðsluteljingar við upptøkutólum við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur

Frá hósdegnum 5. januar 2023 ger kommunan ferðsluteljingar við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Vit halda eisini fram við ferðsluteljingunum við rundkoyringina á Hálsi.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15