Lurta

Ungdómshús

Øll ung í Føroyum kunnu brúka ungdómshúsini í Tórshavnar kommunu. Ungdómshúsini eru frítíðarstøð hjá teimum ungu. Her kanst tú hanga út við vinum, spæla spøl, íðka e-ítrótt, luttaka í útferðum og tiltøkum og mangt annað.

Ungdómshúsini eru í miðbýnum í Havn, á Argjum, Norðasta Horni, í Nólsoy, Hoyvík, Kollafirði og í Kaldbak.

Eitt av aðalendamálunum hjá ungdómshúsunum er, at ung skulu kenna teg trygg, hoyrd, sædd og vird. Vitjar tú ungdómshúsini, skalt tú vita, at húsið er til tín, og at tú hevur rætt til at siga frá møguligum ynskjum um til dømis broytingar. Ungdómshúsini skulu rúma ymisleika og fremja tolsemi, sum er eitt høvuðsvirði hjá ungdómshúsunum.



Noyðist eg at vera limur?

Nei, tað er ikki neyðugt. Ert tú millum 13 og 18 ár, er frítt hjá tær at koma í ungdómshúsini. Tú noyðist heldur ikki at búgva í Tórshavnar kommunu – vitjandi úr øðrum kommunum eru eisini vælkomin. Hevur tú hug at hitta onnur ung og brúka hentleikarnar í ungdómshúsunum, skalt tú bara møta upp. Tú sært bústaðirnar og upplatingartíðirnar niðanfyri.

Hvør starvast í ungdómshúsunum?

Ungdómshúsini leggja øll dent á mentan. Tí eru starvsfólkini í ungdómshúsunum sum oftast ein samanseting av námsfrøðingum, tónleikarum, sjónleikarum, listafólkum, ítróttarvenjarum og hjálparfólkum.

Í ungdómshúsunum er altíð eitt námsfrøðiligt starvsfólk til staðar, sum kann hjálpa tær við tínum ítrivi ella práta við teg.

Ítriv og virksemi

Ungdómshúsini hava nógv ymisk tiltøk og ítriv, sum tú kanst taka lut í uttan at melda teg til. Summar stórar útferðir og tiltøk noyðist tú tó at tekna teg til frammanundan. Til dømis tey tiltøkini, sum ungdómshúsini samskipa. Hesi kunnu til dømis vera:

  • Útferðir
  • E-ítróttakappingar
  • Felags nátturði
  • Filmskvøld
  • Samrøðubólkar
  • Bovling
  • Grilltiltøk
Soleiðis fært tú samband við ungdómshúsini
Argjaskotið

Argjaskotið

Glyvursvegur 44
160 Argir
Tel. 22 48 24
argjaskotid@gmail.com
Argjaskotið á Facebook
Argjaskotið á Instagram

Upplatingartíðir:

7. flokkur til og við 18 ár:

Mikukvøld kl. 18-22
Fríggjakvøld kl. 19-01
Leygarkvøld kl. 19-01

6. flokkur:

Mikukvøld kl. 18-20
Fríggjakvøld kl. 19-20
Leygarkvøld kl. 19-20

Leiðari Hanna Thøgersen
Tel. 28 28 50
hannast@torshavn.fo

Barna- og ungdómshúsið Látrið

Barna- og ungdómshúsið Látrið

Válagøta 7
270 Nólsoy
Tel. 30 24 62 / 21 00 76
Ungdómshúsið Látrið á Facebook

Upplatingartíðir:

4.-7. flokkur:
Mánadag til fríggjadag kl. 12.30-17

5.-6. flokkur:
Týsdag til fríggjadag kl. 19-20.30

7. flokkur til og við 18 ár:
Týsdag til fríggjadag kl. 19-22

Leiðari Claus D. Hugger
Tel. 96 21 32
claush@torshavn.fo

Flatnakrókur

Flatnakrókur

Við Krossá 2
180 Kaldbak
Tel. 26 64 65
Flatnakrókur á Facebook (4.-7. flokkur)
Flatnakrókur á Facebook (8. flokkur - 18 ár)

Upplatingartíðir:

4.-7. flokkur:
Mánakvøld og hóskvøld kl. 18-21

8. flokkur til og við 18 ár:
Týskvøld kl. 19-22
Fríggjakvøld kl. 20-02

Leiðari Bergitta Helena Hansen
Tel. 26 64 65
bergittah@torshavn.fo

KLUBB 188

Klubb 188

Vegurin Langi 23
188 Hoyvík
Tel. 27 04 87
KLUBB 188 á Facebook 
KLUBB 188 á Instagram

Upplatingartíðir:

6. flokkur til og við 17 ár:
Mánadag kl. 18-22
Týsdag kl. 18-22
Mikudag kl. 18-22
Hósdag kl. 18-22
Fríggjadag kl. 19–01

Ung úr 6. flokki kunnu vera í Klubb 188 tveir teir fyrstu tímarnar frá mánadag til fríggjadag.

Leiðari Aimi Helbo Jensen
Tel. 27 04 87
aimihj@torshavn.fo

Margarinfabrikkin – Virkishúsið fyri børn og ung

Margarinfabrikkin

Magnus Heinasonar gøta 12
100 Tórshavn
Tel. 29 21 17
Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini (fabrikkin.fo)

Upplatingartíðir:

3. - 7. flokkur:
Mánadag til hósdag kl. 12-17
Fríggjadag kl. 11.30-17

7. flokkur til og við 18 ár:
Mánakvøld til hóskvøld kl. 18-22
Fríggjakvøld kl. 19-01
Leygarkvøld kl. 20-02

Leiðari Salua Manai
Tel. 28 21 19
salua@torshavn.fo

Ungdómshúsið á Norðasta Horni

Ungdómshúsið á Norðasta Horni

Granagøta 5
100 Tórshavn
Tel. 21 09 06
Ungdómshúsið á Norðasta Horni á Facebook

Upplatingartíðir:

5. flokkur til 18 ár:
Mánadag og hósdag kl. 19-22

7. flokkur til 18 ár:
Leygarkvøld kl. 19-24

Leiðari Óli Midjord
Tel. 21 09 06
olim@torshavn.fo

Úthangið

Úthangið

Botnavegur 3
410 Kollafjørður
Tel. 42 13 2322 79 11
Heimasíðan hjá Úthanginum (Facebook)

Upplatingartíðir:

4.-6. flokkur:
Týsdag og hósdag kl. 17-20

7. flokkur til og við 18 ár:
Týsdag og hósdag kl. 20-22

Leiðari Connie Lassen
Tel. 22 13 23
conniel@torshavn.fo

VelbaStaðið

VelbaStaðið

Norðuri á Heyggi 55
176 Velbastað
Tel. 22 81 31

Upplatingartíðir:

Mikukvøld 18-22
Fríggjakvøld 19-01

Leiðari Ester S. Thomasen
Tel. 22 16 90

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15