Lurta

Hoyringar

Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri øki framvið Villingadalsvegnum

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. mars 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri øki framvið ovasta parti av Villingadalsvegnum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 27. oktober 2023 til 8. desember 2023.

Almenn hoyring
Skeltisreglugerð fyri Tórshavnar kommunu løgd til almenna hoyring

Tórshavnar býráð samtykti á heysti 2022 eitt uppskot til nýggja skeltisreglugerð fyri alla kommununa. Endamálið við reglugerðini er at stuðla marknaðarføringini hjá vinnuni, verja býarmyndina og at leiðbeina, tá skeltisloyvi skulu søkjast.

Skeltisreglugerðin liggur til almenna hoyring í 6 vikur. Frestin at senda broytingaruppskot ella mótmæla er 19. oktober 2023.

Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini við Oyggjarvegin

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. juni 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 1231a og 1175a í Tórshavn.

Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 16 í Norðradali

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. juni 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 16 í Norðradali frá 4. grundumráði, ætlað landbúnaði, til B7 vinnuøki, ið er ætlað stórum vinnuvirkjum, verksmiðjum, goymslum og tílíkum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 26. juni 2023 til 28. august 2023.

Almenn hoyring
Uppskot um serstaka byggisamtykt fyri Listasavnið

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. juni 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1265v, Tórshavn, og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1265u og 1265v, Tórshavn.

Uppskotini eru í sambandi við ætlanir um at um- og útbyggja Listasavn Føroya.

Almenn hoyring
Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7 í Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. november 2021 uppskot um at broyta
serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri matr. nr. 1314, 1316b, 1317a, 1321a, c, d, e, f, g, h, i og l í Tórshavn.

Almenn hoyring
Broyting av almennu og serstøku byggisamtyktunum fyri Hoydalar

Uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 18 og 19 í Hoyvík og serstøku byggisamtyktina fyri øki fram við Hoydalsá fyri matr. nr. 18 og 19 í Hoyvík.

Almenn hoyring
Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Kvíggjartún

Uppskotið snýr seg um víðka serstøku byggisamtyktina, soleiðis at hon eisini fevnir um matr. 56ch í Kirkjubø.

Almenn hoyring
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri øki við Villingadalsvegin

Uppskotið snýr seg um at broyta matr. nr. 1357b, 1356, 1355, 1354b og part av 1175a frá A3-øki til A2-øki.

Almenn hoyring
Broyting av byggisamtyktini á Signabø

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 15. desember 2022 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri havnaøkið suðuri á Oyrini á Signabø, part av matr. nr. 320a.