Lurta

Búpláss til fólk við breki ella sálarligum trupulleikum

Ert tú 18 ár ella eldri, og hevur tú sálarligar trupulleikar ella niðursettan virkisførleika, kanst tú hava tørv á serstøkum búplássi. Almannaverkið varðar av búplássum til borgarar, sum annaðhvørt hava sálarligar trupulleikar ella niðursettan virkisførleika.

Tú kanst kunna teg nærri um tínar møguleikar á heimasíðuni hjá Almannaverkinum. Á heimasíðuni kanst tú leita eftir búplássi við at velja slag av búplássi, málbólk og øki. Tú kanst til dømis leita eftir »sambýli«, »sálarsjúka« ella »Tórshavn« fyri at leita fram øll sambýli fyri sálarsjúk í Tórshavn.

Tú kanst eisini venda tær beinleiðis til Almannaverkið:

ALMANNAVERKIÐ

Staravegur 18
110 Tórshavn

Tel. 36 00 00
av@av.fo


Niðanfyri finnur tú eitt stutt yvirlit yvir sløgini av vardum búplássum í Tórshavnar kommunu. Leinkini beina øll til leitiskipanina hjá Almannaverkinum.



Vard búpláss í Tórshavnar kommunu
Bú- og viðgerðarstovnar

Bú- og viðgerðartilboð eru bæði til børn og vaksin, ið hava víðfevndar sosialar trupulleikar ella eru munandi skerd likamliga ella sálarliga.

Leita eftir bú- og viðgerðartilboðum (av.fo)

Sambýli

Sambýlini undir Almannaverkinum eru til fólk við varandi og umfatandi tørvi á sosialnámsfrøðiligum stuðli og hjálp.

Leita eftir sambýli (av.fo)

Búfelagsskapur

Búfelagsskapirnir eru fyri fólk, sum í stóran mun klára seg sjálvi og hava tí ikki hava eins stóran tørv á sosialnámsfrøðiligari hjálp og stuðli sum fólk í sambýli.

Leita eftir búfelagsskapi (av.fo)

Barnaverndarstovnurin

Bú- og viðgerðarstovnurin, Barnaverndarstovnurin, er til børn og ung upp til 18 ár. Fyriskipanin kann leingjast, til tú ert 23 ár.

Leita eftir Bú- og viðgerðarstovnum (av.fo)

Íbúð frá Bústøðum

Almannaverkið umsitur ein lista yvir borgarar, sum hava serligan tørv og ynskja eina íbúð frá Bústøðum.

Tú skalt tískil minnast til, at tú kanst standa á tveimum bíðilistum hjá Bústøðum í senn; á serstaka listanum hjá Almannaverkinum og á vanliga listanum hjá Bústøðum. Umleið fimta hvør íbúð hjá Bústøðum verður tillutað umvegis Almannaverkið.

Søk Almannaverkið um íbúð frá Bústøðum (av.fo)

Søk um íbúð frá Bústaðir (verður umsitið av Bústaðir)